Klumman: Ringt er at venja gamlan hund at sita...

Klumman: Ringt er at venja gamlan hund at sita...

2017-05-12 13:08 Author image
Simona Midjord

Men so heilt víst eisini børn. Ung sum eldri.
Eg dugi ikki at venja tey. Taveidenn, tey akta meg ikki. Nú maðurin hevur verið burtur nakrar dagar, hevur skilið verið púra út av lagi, serliga á morgni. Eg skilji tað ikki. Eg fari upp klokkan 06.00, tendri ketilin, geri meg klára, eti morgunmat og smyrji matpakkar. (Vissi maðurin lesur hetta her, ristir hann á høvdinum og hugsar, tú upp klokkan 06.00?? noy nú gert tú av...)
Og so veit eg ikki heilt hvat sker. Tí, hóast skúlataskan hjá miðlinginum er pakkað og ítróttarklæðini somuleiðis, matpakkarnir lagdir klárir og nýggj klæðir løgd fram, so hendur okkurt púra klikkað! Okkurt plagg blívur “på mystisk vis” burtur, meðan hann letur seg í, stakkalin. Og hóast taskan er løgd soleiðis, at man ikki kann lata verða við at síggja hana, tí man má gleiva uppum hana fyri at koma út gjøgnum hurðina, so liggur hon eftir í durinum og endin er aloftast, at eg má koyra út í skúlan við henni. Og so eru ítróttarklæðini knappliga tikin úr aftur, tí man vildi heldur hava eina aðra t-shirt, og endin bleiv, at man ikki fekk klæðini við. Og tann yngsta vil ikki greiðast, men tvíheldur uppá at fáa langt hár sum Rapuntzel. Og á veg út í bilin vil hon knappliga pissa, og vil diskutera hví hon ikki skal í stivlar, men í fínar skógvar. Og klokkan er við at ganga undan, og tónalegan á mær hækkar alsamt og pulsurin gerst hægri. Og líkamikið hvussu tíðliga eg fór upp í morgun, so er skilið tað sama, sveittaperlur á pannuni og børn ið gremja seg um strongu mammu. So, eg eri farin at hugsa um elektrisk hálsbond í loyndum. Eg síggi fyri mær tað snilda í at geva ein lítlan stoyt, tá tey hugsa ein tanka sum er uttanfyri “eg skal gera meg kláran og koma út av hurðini”-tankan. Ella, tá tey klandrast, sum tey gera nógv av! Og eg skeldi og eg huffi og puffi, og stressi tí ongin lurtar eftir mær líkamikið hvat eg sigi. Tað hevði verið veldigt, óetiskt men lætt. Uttan iva høvdu tað verið nogvir stoytir í byrjanini, men sum dagarnir gingu, høvdu teir óivað minka betýðiligt. Hetta kundi eisini verið snilt í øðrum samanhangi. Eitt nú hjá mær sjálvari, tá eg havi hug at leggja meg aftur á morgni, ella hjá manninum, tá eg biði hann hanga mær hillar upp og hann svarar “alt til sína tíð”, ein lítlan stoyt og so var “sín tíð” beint nú. Ella, tá hann hugdi eftir hinum kyninum og hugsaði tankan, at grasið kanska var grønari hjá grannanum... stoooyt... so klárnaði hann aftur. Ella tá eg hugsaði ”bara eitt køkupetti aftrat”... stoooyt… "nei eitt var nokk”. Møguleikarnir eru nógvir. Politikkararnir kundu eisini havt eina tíðarfreist til at semjast í, eitt nú í fiskivinnumálum, og um hon ikki helt, so fingu teir ikki meira tíð, men ein “finn útav tí stoyt”.
Soleiðis kann mann lata seg forføra av tonkum, og tankarnar kann ongin taka frá mær.

placeholder

Meira langlesnaður