Klumman: Sein kúgv fær onki gras!

Klumman: Sein kúgv fær onki gras!

2017-07-22 09:46 Author image
Simona Midjord

Hetta passar so sera væl, tá man mungar eftir morgunbreyði ein leygarmorgun og býr í Kollafirði.
Fastirsa var komin at vitja, og hevði ligið nátt. Tær báðar frellurnar høvdu hugnað sær óført, dótturin og systkinabarnið úr Vestmanna. Og tá man kemur til fastur, so má fastir gera okkurt eyka lekkurt burturúr og vera eyka blíð. 
So leygarmorgun, tá báðar komu inn og vaktu meg av berum hungri, fór eg upp at gera morgunmat. 
“Mamma, góða kunnu vit fáa rundstykkir?”
“Gott hugskot, mamma skal fara at keypa. Og kanska “nøtte” eisini? Eftirsum vit hygga?”
“Ja! og juice mamma!”
So mamman fór. 
Komin út í bilin, leit eg at klokkuni. Frata, hon er 09.30. So er ivasamt um nakað er eftir har frammi. (Leggið til merkis, at talan er um klokkan 09.30 og ikki, sum ein kanska skuldi trúð, klokkan 21.30)
Framkomin til bensinstøðina, sá eg onkrar bilar koyra har frá, onkur kom út við einum fransbreyði undir arminum. Gud viti um tað var tí, at onki av hinum var eftir. 
Ongin stóð við diskin. Men ein dama stóð har yviri við kølidiskin og fylti sær okkurt í kurvina. Tað lógu nøkur fá morgunbreyð eftir í kurvini aftanfyri diskin. Eg mátti bara stilla meg har, hóast eg skuldi keypa alt møguligt annað. Tað krevur eitt ávíst snildi, skilja tit. Tí vissi eg fyrst fór eftir juice og diverse, so kundi eg risikera, at daman keypti hasir seinastu bollarnir beint undir nøsini á mær, tá krambakvinnan kom út aftur av lagrinum.
Har kom hon.
“Ja, eg ætlaði at fáa 10 blandaði morgunbreyð.”
Eg sá hvussu hon taldi, meðan hon fylti í. Tað gekk. “Eg fylli líka okkurt annað í kurvina,” segði eg og gekk yvir til kølidiskin.
Hin daman kom nú yvir til keypsdiskin. “Hetta, og so 10 morgunbreyð eisini.”
Krambakvinnan leit syrgin at henni og segði, at hon bara átti 4 eftir. 
Eg kendi ein sigursdans leika í, inni í búkinum! 
Heimkomin dekkaði eg borð, og reypaði hart um, at eg hevði fingið tey seinastu rundstykkini sum vóru, og hin konan tíverri var ov sein!
Miðlingurin hugdi at mær við einum syrgnum eygnabrá. “Kundi tú ikki havt latið hina konuna fingið helvtina?”
“Ha? Also, so hevði ikki verið nokk til okkum.”
“Nei, men so høvdu øll fingið eitt sindur.”
Skuldi eg nú hava ringa samvitsku um, at eg ikki var so mikið at mær komin at vilja deila við tey, ið ikki fingu sín part, bara tí at bensinstøðin ikki bakaði nokk? Eg, sum ordiliga hevði planlagt mín fong, tí eg visti hvussu ringt tað var at fáa fatur á, ein leygarmorgun?
Men soleiðis trúgvi eg, at fleiri hugsa. Soleiðis er tað bara her norðuri, sein kúgv fær onki gras, so her ræður um at vera “først til mølle”. Kundi eisini verið herligt, vissi tað var nokk til øll, eisini okkum kýr, ið vakna eftir klokkan 09.30 :)

placeholder

Meira langlesnaður