Klumman: Suðriskur blíðskapur

Klumman: Suðriskur blíðskapur

2017-07-01 18:00 Author image
Simona Midjord

Hvat suðringar eru eitt deiligt fólkaslag, also...

Eg fór suður at halda jóansøku, meðan øll hini tustu til Havnar á Voxbotn. Eg bleiv heilt ovfarin longu umborð á Smyrli, tí satt at siga so helt eg, at Suðuroyggin var við at doyggja út. Men umborð var tað sum at síggja hesar arabisku familiurnar, har bæði ommur, abbar, foreldur og børn í øllum aldri fyltu bátin. Ommurnar vóru so penar eisini! Veit ikki, um tað er “Toystovan”, sum letur tær allar í, men píka sum tær hava góðan stíl. Og so binda tær. Og flenna hart, og keypa bomm við børnunum. Og eru so blíðar og smílandi.

Komin suður, kom fyrrverandi svigarindan at taka ímóti mær. Hon er flutt saman við einum suðringi, tí suðringar hava okkurt eyka, sum aðrir ikki hava.

Hesin hevur eitt stórt hús, niðast við sjógvin. Uttan fyri eru tvey smálomb, sum jarma, hvørja ferð tey síggja fólk. Og inni vóru ein kanin, ein ketta, og ein frensur. Frensurin rann undan kaninini, sum vistnok helt tað vera eina damukanin, tí hann bleiv við at royna at sleppa upp á ryggin á honum.

“Hevur kettan fundje penicillin”, spurdi ungi maðurin, sum kom inn í køkin. Tí kettan hevði opinbart fingið bruna av onkrum smásnuddi, og var í viðgerð.

Eg fekk eina øl, og so uppaftur eina. Og so eina triðju. Vorðið sum weekend hetta skuldi blíva.

“Hevur hon fundje nakað at eta, gesturon hjá ogum?” spurdi sjeikurin, og bíðaði ikki eftir svari, men stillaði seg at skera skerpikjøt. Fyrrverandi svigarindan hevði longu borðreitt við ymiskum, men suðriskur blíðskapur blívur ikki uppi.

“Halló!” hoyrdist í gongini og inn í køkin kom eitt sprell av eini lítlari kvinnu, sum rætti armarnar út og vísti T-shirtina fram, sum hon var í. Har á stóð : “ Im not 50! im 18 years old with 32 years of experience!”

“Nú, kusse er vore? Nogv folk við Smyrli? Var tað gott at sigla? Ogur rudda borðini út har uppi. Hevur tú tjekkað, um tín seðil hevur vunnið?”

“FC Suðuroy! Haltkjaft ikki, fyrre hálvleikur var fínur, men gakk so til heitasta. Teir orka ikki! Ná, hvør er hendan daman”, spurdi hann sum kom inn. “Havnardama? Nogv fólk við Smyrli? Var tað gott at sigla? Hevur tú fingið eina øl, tað var gott. Hava tey givið tær at eta? Man skal ikki ganga svangur, tá man kemur suður. Hevur tú sæð útsiktina? Hetta hava tygor ikki har norðuri. Kom! Kom her yvir til vindeygað! Hygg hendan fantastiska útsiktin. Haltkjaft Suðuroyggin er flott also. Sær tú?”

Eg nikkaði.

Ná, haltkjaft, ogur munja fáa hasi borðini út har uppi. Verða tygor sitandi? Ogur koma forbí aftur seinni. Dámar tær romm, havnardama? Nei? Bíða, eg skal skeinkja tær ein Diplomatico, tá jeg komi aftur. 800 krónur fyri fløskuna. Heilt forbannað gott.

Og soleiðis var tað. Fólk sum komu og fóru, og komu aftur, og spurdu um eg hevði tað gott, um eg manglaði nakað, um eg vildi hava eina øl og sum skonktu mær romm. Alt vikuskiftið á tamb :-) 

placeholder

Meira langlesnaður