Klumman: Tarzan og Jane 2. partur

Klumman: Tarzan og Jane 2. partur

2017-06-24 14:26 Author image
Simona Midjord

Seinast hugleiddi eg um at vera ung, ella gongdina frá at vera barn til at gerast tannáringur. Tá eg hugsi aftur á tíðina, tykist tað so langt síðani. Á summum økjum.

Tí hóast tøknin er sera framkomin síðani míni barnaár, so eru summi ting sum tykjast at gerast nógv meiri primitiv.

Fyri tað fyrsta, so verður ikki alt pakkað so væl inn longur. Hervið meini eg, boppur og pissilingar. Tað verður veittrað beint upp í høvdið á okkum, um vit ynskja. Ella, í summum førum hóast vit ikki ynskja.

“Hey woman, you are pretty, I wanna show you my manhood” og klikk, so kemur eitt “dickpic” sleingjandi í innbakkan. Eitt “dickpic” er ein mynd av einum pissilingi, um nakar ivast. Holumaðurin kann sjálvur velja hvørjum standi (orðið fær skjótt tvídeildan týdning her) manndómurin skal vera í, alt eftir hvussu stórt inntrykk hann vil gera. So kann kvinnan gera av, um hon heldur at hetta er nakað at reypa av, ella um hon skal scrolla til næstu mynd í innbakkanum.

Merkiligt also.

Hon kann svara aftur við at vísa boppur ella “kyn". Alt eftir um hon heldur, at holumaðurin hevur uppiborið meira ella minni. Tað er hørð kapping um fyrsta plássið.

Tað syrgiligasta er, at tær flestu kvinnurnar líkjast. Mainstream selfie lookið, við dunnumunninum tikið úr fuglaperspektivi, “med udsyn over de fagre marker”, er á 1. plássi. Tí ongin má vera øðrvísi.

Man kann fara “í læru” til at taka perfektu selfiemyndina. Soleiðis at man kann líkjast øllum hinum, og fyri alt í verðini ikki sær sjálvum. Og alt tað, man ikki vil vísa, verður pakkað inn. Men alt hitt, sum fyrr var pakkað inn, tá eg var barn, verður pakkað út. Hvar er logikkurin??

Forrestin, so kann man eisini læra at taka ta perfektu “dickpic” myndina. Taveistavist. Eg googlaði tað. Tað vísir seg at vera eitt evni fyri víðarikomin. Tí also, tað er ikki bara bara...

Her finnast nógv góð “Do’s and dont’s" í mun til, hvat ger myndina góða og ikki.

Og so kann eg ikki lata vera við at hugsa, hvussu man kemur til at seta seg í samband við slíkan fotograf, og hvat man sigur, tá man ringir upp?

Man tað vera soleiðis, at man kann velja, um man vil møtast í bólki, ella? Skiftist man so til at standa frammanfyri kameranum, meðan fotografurin leggur einum lag á hvussu og hvar man skal halda, hvar hondin skal vera, meðan hinir hyggja og halda í sínum egna? Nei eg spyrji bara.

Man tað vera soleiðis, at um fleiri melda til í senn, so fær man avsláttur? Kanska situr man og hyggur at myndunum hjá hvørjum øðrum og rósar vinklinum. Hvat vissi man er nervøs? Fyri at gera okkurt skeivt ella fyri at síggja “ljótur" út? So sita hinir kanska og troysta og siga, at støddin hevur onki at siga, ella, at alt hevur sína sjarmu. Ella, at allir skulu ikki verða líka?

Nei, eg veit ikki. Eg haldi, at vit hava misskilt okkurt.

placeholder

Meira langlesnaður