Klumman: Toppleys á Torremolinos

Klumman: Toppleys á Torremolinos

2017-08-25 12:47 Author image
Simona Midjord

Tað er also deiligt, veðrið í Spania. Heilt einastandandi. Tað at kunna ganga úrlatin uttanfyri og so svala sær í hylinum eftir tørvi, er ikki at kimsa at. Tað veit eg alt um, eg komi beint harfrá.
Ber tað til at hava vetrartunglyndi í slíkari sól? Tað blívur heldur ikki líka myrkt og grátt sum í Føroyum vetrarhálvuna. Kanska skuldi man flutt, helvt um helvt í Spania og hina helvtina í Føroyum.
Men so eru tað hundakukkarnir, sum baka í sólini. Tað er eitt stórt minus. Og ruskið, sum flýtur í gøtunum í vakra býnum. Har kundu tey gott lært okkurt av okkum og gjørt ein størri innsats at rudda upp. Tað er strangliga forboðið at pissa úti, men at kukka, ella at lata hundar kukka og lata tað liggja til onnur at traðka í, tað er púra legalt. Løgið.
Stuttligt sum man blívur fríur í hitanum. Grannarnir, sum eru lærarar hjá børnum okkara, vóru eisini har fyrra partin av feriuni. So liggur man bara har, lið við lið, í berum bikini. Tað var ikki gamalt. Sum dagarnir ganga, og hitin økist, líkasælari gerst man við hvat verður pakkað út og luftað. Tá man dettur inn á gólvið hjá hvørjum øðrum gongur man runt í toppi og berum trussum. So herligt. Og hóast eg hugsaði, nú tveiti eg also bikinitoppin og lufti gajolini, so helt eg mær so leingi læraraparið var har. Eg hugsaði, tey skulu so ikki halda, at tað er soleiðis eg royni at fáa karakterirnar hjá børnunum upp. Men so skjótt tey høvdu sett seg í flogfarið og vendu nøsini heimaftur, so reyk toppurin. Eg føldi meg sum ein rættan reyðsokk, toppleys og frí.
Stuttligt sum staðið kann broyta okkara uppfatan av hvat er loyvi og hvat ikki sømir seg. Viss eg nú knappliga heimkomin hevði bankað uppá hurðina hjá grannunum “kun iført bikini”, tað hevði ikki sømt seg. Sjálvt um vit fyri viku síðani lógu meir enn hálvnakin lið við lið. Ella vissi man fer at svimja, og knappliga gongur úti í gongini, ella setur seg í kantinuna í svimjidrakt, bara við einum rúti ímillum hyl og kantinu, tað má man heldur ikki. Heldsje tað er merkiligt?
inni í hylinum, bikini góðtikið, úti í gongini í bikini, viss ikki í Spania, so ramaskríggj.
Áðrenn eg fór, hevði eg pakkað niður soleiðis at eg kundi lata meg í “hot as hell”, skuldi tað borið so á, at vit fóru út okkurt kvøldið. Sminkan bleiv sjálvandi pakkað. Hini síggja altíð so skidegott út tykist tað, tá tey eru í heitu londunum. Men hetta riggaði ikki hjá mær. Lekru klæðini klebraðu at kroppinum, og sminkan, tað sindrið eg legði á húðina, smeltaði alt av áðrenn eg nakrantíð kom í býin.  So, tað bleiv til shorts, ein top og góðar ítróttarskógvar. Ósexut men praktiskt.
Fekk eg nevnt, at børn blíva til smáar devlar aftaná eina viku saman við allari familjuni, í brennandi hita og uttan ipad? Vilja tit vita meira, lesið so víðari í næstu viku.
Gott vikuskiftið ;o)

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður