Klumman: Blív við og slappa av

2017-02-11 13:02 Author image
Sigmund Vang

Seinast hugleiddi eg um Noru, sum var so ófør at læra okkum, hvussu vit kunnu slappa av við eini hárbust og eitt sindur av barberskúmi. Hesa ferð fari eg at seta meg eitt sindur betur inn í, hví Nora er so ring at skilja hjá mær, sum seti eina hárbust í samband við at blíva eitt sindur minni morgunljót og barberskúmið í samband við nýrakaðu høkuna á manninum.

Tá eg googlaði “slap af med Nora”, kom eg inn á nakrar síður, eg ikki havi sæð ella hoyrt um fyrr. Tó var eitt orð, sum leyp í eyguni og tað var “orgasma”. Tó, hesa ferð í aðrari merking enn hana sum eg kenni til. Hesu ferð var talan um “heila-orgasmu”. Say what?
Jú, taveidenn, “heila-orgasma” er opinbart tað heilt stóra, síðani reyða kuffertið pakkaði saman og stakk av. 
Og júst sum í tímunum í 7. flokki, tá eg fyrstu ferð skuldi hava sexologi, so kastaði eg meg algoyst yvir hetta løgna, ókenda og eitt sindur loyniliga fyribrigdið, av berum forvitni.
ASMR stendur fyri “Autonomous sensory meridian response” og verður lýst sum: ein hugalig og fjálg kropskensla, útloyst av ymiskum stimuli, sum eitt nú ljóð frá einum skrivandi blýanti ella eini teskandi rødd. Hey! Nora!!
Tað finst eitt ótal av klippum á youtube, har teskandi kvinnur greiða hár, kína andlitið við sminkubustum ella spakuliga klikkja bustirnar ímóti hvørji aðrari.
Í byrjanini, tá eg hugdi eftir einum av hesum klippunum og hoyrdi smaskið av vertinnuni, meðan hon teskaði, bleiv eg so fratør. Tað kendist sum larmur. Men, haldi tykkum fast, eg datt um eitt klipp, sum líktist tí hjá Noru, uttan skúm og plastikk, men við hesi bleytu kvinnurøddini, sum klikti bustir ímóti hvør aðrari. Og tað riggaði! Taveidenn, eg lúgvi tað ikki!
Ljóðið dróg meg aftur til, tá eg var smágenta og var ansað hjá ommu, sálu. Hon átti einar høghælaðir skógvar, sum hon onkuntíð læt seg í, skuldi hon okkurt serligt. Ljóðið frá skónum, minnist eg enn, einir rímiliga tjúkkir høgir hælir, ikki hesir spísku, sum geva eitt spískt ljóð, men meiri hetta runda, djúpa ljóðið.
So legði eg høvdið í blot. Hvat annað ljóð havi eg verið glað fyri? Jú! Uttan fyri kamarsvindeygað í mínum barndómsheimi hekk ein antenna. Tá tað var vindur úti, ýldi tað so hugnaligt frá henni, sum græt hon. Onkur vinkona helt tað ljóðaði óhugnaligt, men sjálvt nú, vissi eg havi yvirnáttað og hoyri ljóðið, so sovni eg sum steinurin. Eitt so trygt ljóð. Og regn ímóti vindeyganum um náttina, tað er eisini nakað heilt serligt.
Tað at sita og hyggja inn í vaskimaskinuna, tá eg seti hana at vaska, síggja vatnið bloyta klæðini, og sápuna so spakuliga byrja at skúma har inni, og so bara stara inn í hendan runda skíggjan, meðan hann melur runt og runt, tað er sissandi.
Eg kann akra tað sama viðganga fyri mær sjálvari og fyri tykkum, at tað sær ikki mætari út enn, at eg eri ein “big time” ASMR

  

  

placeholder

Meira langlesnaður