Michelin stjørna til Koks

2017-02-22 11:20 Author image
Dimma

- Vegna toymið á Koks vil eg takka fyri heiðurin, sum Michelin Guide Nordic Countries hevur víst okkum, sigur 26 ára gamla kokkurin Poul Andrias Ziska, sum hevur staðið á odda fyri køkinum á Koks síðan 2014, tá hann tók við eftir navnframa Leif Sørensen, sum legði lunnar undir Koks.

Eisini stjórin á Koks, Johannes Jensen, er ovurfegin.

- Hetta er eim stórur heiður at hava fingið fyrstu Michelin-stjørnuna nakrantíð í Føroyum, sigur hann.

Tað er ikki í nógvum londum, at ein Michelin-stjørna kemur upp á hægsta politiska stig, men tað ger hon í Føroyum. Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum hevur sent ein fráboðan út.

- Eg vil ynskja KOKS og øllum fólkunum handan matstovuna hjartaliga tillukku við Michelin stjørnuni. Hetta er eitt megnar avrik. Avrikið er úrslit av djørvum hugsjónum, hørðum og miðvísum arbeiði og vissuni um, at føroysku rávørurnar eru í heimsflokki, og at føroyskir kokkar kunnu standa seg á gastronomiska heimspallinum. Michelin stjørnan er sjón fyri søgn um, at KOKS er í heimselituni innan matgerðarlist og millum fremstu ambassadørar fyri Nýnorrøna matinum. Michelin stjørnan hjá KOKS fær uttan iva stóran týdning fyri føroysku matstovu- og ferðavinnuna, og er ein íblástur og fyrimynd fyri føroyska vinnulívið og íverksetarar, skrivar Poul Michelsen, landsstýrismaður, í tíðindaskrivi.

  

  

Meira langlesnaður