Kommunalur blokkstuðul og útjavning

Kommunalur blokkstuðul og útjavning

2017-12-17 21:55 Author image
Georg L. Petersen

Kommunurnar mugu veruliga hugsa av nýggjum, um øll skattaskipanin skal leggjast um – mælt verður til fleiri kommunusamanleggingar, at útjavning fer fram millum stórar og lítlar kommunur og at ein blokkstuðulsskipan verður sett í verk

Allar kommunur eru ikki líka væl fyri. Nakrar eru lítlar og fátækar, aðrar stórar og ríkar. Hetta ætlar skattanevndin at gera nakað við. Ein blokkveiting skal setast í gildi at fíggja eldraøkið og so skal ein kommunal útjavning setast í verk, so tær ríku rinda til tær fátæku.


Blokkur

“Skattanevndin mælir til at broyta verandi fíggingarleist í sambandi við, at kommunurnar nú reka eldraøkið. Landskassin eigur ístaðin at gjalda kommununum eina árliga upphædd (blokkveiting) fyri at reka eldraøkið”, skrivar skattanevndin millum annað.

Avbjóðingin á eldraøkinum gerst alt størri, tí talið av eldri borgarum økist alsamt og harvið útreiðslurnar til bæði starvsfólk og stovnar.

Tá kommunurnar yvirtóku eldraøkið fingu tey afturfyri skattin av eftirlønargjaldinum og endurgjald fyri mistar skattainntøkur frá millum uttanlandsarbeiðarum og fiskimonnum. Hetta er sambært skattanevndini bara nøktandi fyrstu tíggju árini, tí tá fara útreiðslurnar at hækka nógv skjótari.

Nevndin mælir til at missa skattingina av pensjónum og endurgjaldið, og ístaðin fáa ein blokk, sum skal fíggja økið. Tá hann einaferð er lagdur fastur, skulu upphæddirnar hækka við talið av borgarum sum fara upp um 67 ár og lønarvøkstrinum.


Útjavning

Nakrar kommunur hava nógv á kistubotninum, meðan aðrar júst eru komnar niður um eina álíkning og hava fingið fult tamarhald á sínum egnum fíggjarviðurskiftum.

Nevndin tosar um inntøkujavning og útreiðslujavning.

Útreiðslujavningin er millum annað tann omanfyri nevndin blokkstuðulin, so tær við flest gomlum borgarum fáa lutfalsliga hægsta blokkstruðulin.

Tað verður nokk meira stríð um inntøkujavningina.

­“Fyrimunurin við kommunalari inntøkuútjavning er í fyrsta lagi, at tænastustøðið í ymisku kommununum kann gerast javnari, og at kappingin um almennu arbeiðsplássini ikki verður so hørð. Vandin fyri, at kommunur koma í eina ónda ringrás við hægri skattaprosenti og størri fráflyting minkar eisini”, skrivar nevndin.

Hon kemur tó ikki nærri inn á, hvussu henda javning skal fara fram.

Lesið meira í blaðnum ella HER

placeholder

Meira langlesnaður