Kommunan skal geva loyvi til stór nýggjársbál

Mynd: Visualhunt

Kommunan skal geva loyvi til stór nýggjársbál

2017-12-28 14:47 Author image
Leif Láadal

Er tú ein teirra, sum ætlar at skipa fyri einum nýggjársbálið, skal tú venda tær til kommununa og biðja um loyvi. 

Tað minnir Umhvørvisstovan á nú nakrir dagar eru eftir til ársskiftið.

Tað er ikki loyvt at brenna stór bál uttan at kommunan hevur givið loyvi. Bál, sum eru størri enn 1,2 m í tvørmát, eru at rokna sum stór bál, verður sagt.

Tað er ikki alt, sum kann tveitast á eitt bál. Einans brenni, sum ikki dálkar, kann brúkast, t.d. óviðgjørdur viður og pappír og greinar.



Tað er ikki loyvt at brenna burturkast.  

Leivdir frá bálum skulu takast upp beinanvegin og latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast. 

Um bál elva til ampa, hevur kommunustýrið ábyrgdina av, at bálið verður sløkt og at leivdirnar verða koyrdar á kommunalu móttøkustøðina fyri burturkast.


Kelda: us.fo

 

placeholder

Meira langlesnaður