Kommunan skal rinda skuld hjá Páls Høll í 20 ár

Kommunan skal rinda skuld hjá Páls Høll í 20 ár

2017-06-04 16:11 Author image
Georg L. Petersen

Bank Nordik hevur tryggjað sær, at Vágs Kommuna hongur upp á skuldina í Páls Høll í tjúgu ár. Kravið um longdina á leigusáttmálanum var eitt krav frá bankanum, sum samstundis eisini fær transport í øllum leigu- og stuðulsgjøldum frá kommununi til svimjihøllina. Fíggjarleiðarin í kommununi ávaraði móti hesi binding.

“Eg vil mæla frá at gera nýggjan leigusáttmála við innbygdum krøvum frá Bank Nordik. Um leigusáttmálin verður broyttur til 600.000 krónur fyri leigu + 300.000 krónur í stuðli í 25 ár, verða tað 22,5 milliónir krónur íalt, sum kommunan verður bundin at gjalda.”

Hetta skrivaði fíggjarleiðarin í Vágs Kommunu, Pól Thorsteinsson, 23. september í 2015, og hann undirstrikaði “bundin at gjalda.”

Hóast hetta skrivaði kommunan undir. Leigan varð tó ikki 600.000 krónur, sum stóð í krøvunum frá bankanum, men 500.000 krónur, tá leigusáttmálin varð undirskrivaður. Men leigumálið varð longt upp í 20 ár, og bankin fekk transport í øllum – tað vil siga, at hvørja ferð kommunan rindar stuðul og leigu til Páls Høll, enda pengarnir hjá bankanum.

Lesið meira í blaðnum.

placeholder

Meira langlesnaður