Nú skal kommunulæknin fyri rættin

2016-08-26 14:07 Author image
Dimma

Í longri tíð hevur ákæruvaldið fyrireikað mál móti einum kommunulækna í Havn. Nú er ákæruritið skrivað og handað kommunulæknanum.

Kommunulæknin er ákærdur fyri blygdanarskemd og fyri at hava misnýtt sítt starv í sambandi við undirlívskanningar av 10 kvinnum. Í einum føri er hann ákærdur fyri at hava noytt eina kvinnu til annað kynsligt samband enn samlegu.

Tilsamans 18 kvinnur hava meldað kommunulæknan, men nøkur mál eru fyrnað, og í einum føri heldur ákæruvaldið seg ikki kunna prógvað tilburðin.

Ákæruvaldið hevur handað kommunulæknanum ákæruritið, men hann noktar seg framvegis sekan. Tað sigur verji hansara við útvarpið. Hann tvíheldur um, at læknaligu kanningarnar eru farnar rætt fram, og at talan er um misskiljingar.

Tilsamans 11 lógarbrot eru eftir, nú ákæruvaldið hevur skrivað ákærurit. Brotini skulu vera framd móti 10 kvinnum frá 2010-2014.

Verjin hartar ákæruvaldið fyri at bera alt ov seint at. Kommunulæknin var skuldsettur í samfull tvey ár, áðrenn ákæruritið móti hon varð handað. Hetta er ein revsing í sjálvum sær, sigur verjin, Bjørn á Heygum.

Tað er ein stór byrða hjá ákærda at bíða so leingi, og myndugleikarnir hava skyldu at bera so skjótt at sum gjørligt, sigur verjin, meðan Linda Hesselberg, ákæri, verjir seg við, at talan er um fløkt mál, sum krevur sína tíð.

Rættarmálið kemur væntandi fyri Føroya rætt um 3-4 mánaðir. Ákæruvaldið hevur ikki avgjørt, hvørjari revsing farið verður eftir, men revsirammurnar eru millum tvey og fýra ár í teimum brotum, sum talan er um.

In.fo sigur frá ákæranum, at ætlanin er at fáa málið viðgjørt sum játtanarmál, men nú læknin sambært útvarpinum noktar seg sekan, verður tað helst av ongum.

placeholder

Meira langlesnaður