Pengarnir fossa inn í kommunalu kassarnar

2016-06-11 16:23 Author image
Dimma

Í nýggju skrivstovuhølunum hjá Føroya kommunufelagi í R.C. Effersøesgøtu situr stjórin Eyðun Christiansen og smílist í hesum døgum. Og hann er ikki tann einasti, sum brosar. Av somu orsøk eru eisini nógv bros at síggja kring landið, tá bý- og bygdaráð hittast. Tað gongur nevnliga ófatiliga gott hjá kommununum at fáa pengar í kassan.

 

100 milliónir afturat

Tað eru stór tøl, vit tosa um, tá hugt verður eftir kommunuskattinum.

Frá januar til mai komu 684 milliónir krónur í kassarnar kring landið. Hyggja vit eftir hvussu stórar skattainntøkurnar vóru sama tíðarskeið í fjør, er talan um ein mun upp á nærum 50 milliónir krónur. Frá januar til mai í 2014 fingu kommunurnar 637 milliónir inn.

Nógv bendir sostatt á, at um hesin vøkstur heldur sær árið út, fara kommunurnar at fáa umleið hundrað milliónir krónur meira í kommunukassarnar, sum er eitt sindur meira enn vøksturin frá 2014 til 2015, ið var knappar 93 milliónir krónur.

Lesið meira í blaðnum

  

  

placeholder

Meira langlesnaður