Kommunustýri kunnu niðurbindast fíggjarliga

2016-08-19 09:35 Author image
Dimma

Tað vakti ans, at Tórshavnar býráð hevur tikið avgerð um at útbyggja Eystaru bryggju fyri útvið hálva milliard krónur, nakrar fáar mánaðir áðrenn eitt nýtt býráð verður valt.  Spurningurin er reistur, um tað er rætt at binda komandi býráð fyri hundraðtals milliónir.

Annika Olsen, tingkvinna, reisir nú eisini spurning í løgtinginum um, hvussu leingi eitt býráð eigur at hava heimildir.

- Meðan eitt landsstýri missir sínar heimildir tann dagin, valið verður útskrivað‚ so varðveitir eitt kommunustýri harumframt sínar heimildir líka fram til valdagin. Hetta elvir ikki til ábyrgdarfullan politikk‚ men kann í ringasta føri elva til peningaoysl og ábyrgdarloysi, møguliga eisini fyri at spæla einum komandi kommunustýri neisir, sigur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin.

Hon hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum, fyrispurning, har hon spyr, hvar hon heldur um, at kommunustýri sjálvt eftir eitt býráðsval hevur heimildir til at binda komandi kommunustýri fíggjarliga. Hon spyr eisini, um landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at broyta kommunustýrislógina hesum viðvíkjandi.

Annika Olsen vísir á, at tá eitt løgtingval verður útskrivað, er skipanin soleiðis‚ at landsstýrið missir allar sínar politisku heimildir. Landsstýrið kann eitt nú ikki gera lógir‚ brúka pengar ella undirrita avtalur og sáttmálar. Orsøkin er tann‚ at man ikki skal kunna binda eitt komandi landsstýri og løgting.

Øðrvísi er galdandi fyri kommunustýrini. Eftir eitt býráðsval situr sitandi kommunustýri fram til 31. desember í valárinum‚ og hóast sama kommunustýri hevur mist meirilutan‚ so hevur sama kommunustýri fullar heimildir fram til 31. desember.

- Hetta kann í ringasta føri føra til, at komandi kommunustýri verður niðurbundið fíggjarliga nógv ár fram í tíðina, sigur Annika Olsen.

 

placeholder

Meira langlesnaður