Kongavarði rapaður

2016-06-16 15:14 Author image
Dimma

Hann hevur staðið har so reystur undir liðini á hinum báðum varðunum á Kongavarða á Kirkjubøreyni. Men nú – mitt sum drotningin er á vitjan – er hann rapaður og stendur mest sum í hálvum gekki.

Talan er um syðsta varðan av teimum trimum á Kongavarða. Teir hava staðið nøkunlunda eins brattir og skoðað yvir Havnina og Nólsoyarfjørð, og hetta er eitt yndað og yndisligt ferðamál hjá nógvum gongufólki. Nú er hann meira álíkur einari grótrúgvu, samanborið við hinar báðar, sum halda tørn.

Tað sæst við berum eyga, at hann er vorðin hálvur. Tað sær kortini út til, at onkur longur er farin undir at laða grótrúgvuna aftur, men tað krevur sítt. Rætta býtið má vera millum klípini og teir steinar, sum verða kastaðir afturat.

Eftirsum tað er ein “kongsins varði”, ið er rapaður, er tað sum at Reynið hevur sent eina lítla speiska viðmerking, nú Dannebrog vitjar á Havnarvág.

Tað kann vera ein ímynd av, at Heindrikkur prinsur nú er fallin frá kongaliga ferðalagnum, ið ikki er heilt tað sama uttan franska sjarmørin. Onkur annar vil kanska vera við, at hetta var er ein gróthørð áminning um, at okkara løgtingsformaður hevur verið eitt heldur hálvhjartaður undir vitjanini.

Sama ger. Ein varði kann altíð lagast uppaftur, og grótrúgvan liggur klár. Ansa bara eftir klípunum; tey eru fortreytin fyri, at ríki og varðar standa, tá ið ódnir leika.
  

Tað er syðsti varðin longst burturi, sum er rapaður nakað...

Frá varða til grótrúgvu...

placeholder

Meira langlesnaður