Konsert í nýggja Steinatúni í Havn

Konsert í nýggja Steinatúni í Havn

2017-08-08 19:21 Author image
Leif Láadal

Kristina Bærendsen fer at halda eina serliga konsert í Steinatúni í Havn. Konsertin verður í mikudagin klokkan 17 og er ein upphiting til konsertina hjá Kristinu og manning á Summar Festivalinum leygarkvøldið, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni. 

Kontri- og gospeltónarnir hjá Kristinu verða at hoyra í Steinatúni við fullari manning, sum eisini verður við á Vágsbøi, tá ið tey fara at syngja og spæla har.
Tórshavnar kommuna hevur umskipað og snøggað Steinatún, og konsertin mikudagin er fyrsta royndin at nýta hetta opna miðbýartorgið til eina konsert.

placeholder

Meira langlesnaður