Konsert við Gretu Svabo Beck og jazz-tríbólki í Töting

2016-06-23 11:59 Author image
Jákup Højgaard

Fríggjakvøldið 24. juni skipa Summartónar og Tónleikasamtakið Grót fyri konsert við Gretu Svabo Beck og einum norskum jazz-tríbólki í Töting. 

Greta Svabo Beck kann metast, at verða ein av Føroya fremstu altjóða tónleikarum og er higartil einasti føroyingur, ið hevur verið tilnevndur eina Grammy virðisløn. Hetta var fyri at leggja rødd til sangin Raise Your Weapon, hjá navnframa Deadmau5 í 2012, sum við eini 50 millónum sýningum eisini man vera mest sædda youtube video við einum føroyskum tónleikara.

Umframt tað, valdi heimskenda Cher at taka lagið My Love hjá Gretu, sum hon skrivaði saman við bólkinum Picture Book, við á nýggjastu útgávu sína Closer to the Truth í 2013. 

Greta Svabo Beck verður eisini at hoyra á ársins G! festivali við bólkinum Bloody Beetroots. 

   

Á konsertini verða eisini jazz tónar at hoyra frá tríbólkinum úr Noregi, við Marthe Lea, Siv Öyunn Kjenstad og føroyinginum Bárður Reinert Poulsen. Tónleikurin, ið verður framførdur, er skrivaður av Tore Brunborg, Siv Öyunn Kjenstad, Bárði R. Poulsen, Leivi Thomsen og Eivør Pálsdóttir. 

Tiltakið verður í Töting fríggjakvøldið 24. juni kl. 21.00. Atgongumerkið á 150 kr. (100 kr. fyri limir í Grót) fáast við dyrnar frá kl. 20.30. 

   

   

placeholder

Meira langlesnaður