Konsertir hjá Tórshavnar Manskóri og Eystanljóð í dag

Konsertir hjá Tórshavnar Manskóri og Eystanljóð í dag

2017-12-10 12:19 Author image
Innsent

Eins og tey hava gjørt nakrar ferðir áður, seinast í 2014, hava Eystanljóð og Tórshavnar Manskór aftur í ár gjørt av at vera saman um jólakonsertina. Í ár verður hon í dag sunnudagin 10. desember, sum eisini er 2. sunnudagur í advent.

Og av tí, at kórini hvør í sínum lagi vanliga hava skipað fyri jólakonsertum í sínum øki, hava kórini aftur í ár gjørt av at hava tvær konsertir. Ta fyrru í Gøtu kirkju, hon byrjar klokkan 16.00, og ta seinnu, sum byrjar klokkan 19.30, í Vesturkirkjuni.

Tað eru tvey javngomul kór, sum fara at syngja sunnudagin. Manskórið var stovnað í 1986 og hevði 30 ára stovningardag í fjør, og Eystanljóð varð stovnað í 1987, og hevði tí 30 ára stovningardag í ár.

Tað var russiski tónleikalærarin, André Demidoff, sum stovnaði kórið undir kvøldskúlaskipanini í Gøtu kommunu í 1987, og hann stjórnaði eisini kórinum fyrsta árið. Tá hann fór frá, tók Bjarni Restorff, sum hevur verið kórleiðari hjá Tórshavnar Manskóri síðan kórið var stovnað, við. Bjarni hevur stjórnað Eystanljóði í tveimum umførum, í tilsamans sjey ár. Síðan tað hava fleiri aðrir kórleiðarar leitt Eystanljóð, til Leif Hansen, sum hevur verið leiðari seinastu mongu árini, tók við. Tað er eisini hann, sum stjórnar kórinum nú.

Eystanljóð er rættiliga virkið, og hevur, sum tey flestu føroysku kórini, nógvar konsertir, bæði heima og uttanlands. Kórið hevur eisini tikið størri verk á seg, millum annað hevur Eystanljóð sungið bæði Stórmessuna og Requiem hjá Mozart. Á jólakonsertini fer Eystanljóð at syngja kendar føroyskar og útlendskar jólasangir.

Tórshavnar Manskór er eisini eitt øgiliga virkið kór. Umframt vanligu konsertirnar og kórfestivalin, sum kórið altíð er við í, er Tórshavnar Manskór nógv umbiðið til nógv ymisk tiltøk. Tað hevur við sær, at kórið samanlagt hevur umleið 50 almennar framførslur um árið. Í ár var ein nýtt tiltak á skránni, tá kórið á fyrsta sinni skipaði fyri einari felags konsert saman við Havnar Hornorkestri. Eitt tiltak, sum hepnaðist sera væl.

Nú er tað so jólakonsertin, ella jólakonsertirnar, sum eru á skránni. Kórið, sum framvegis er undir leiðslu av Bjarna Restorff og Kára Bæk, hevur eina rættiliga fjølbroytta skrá, við bæði útlendskum og føroyskum sangum – eisini jólasangum.

Konsertirnar verða sum nevnt í dag. Tann fyrra verður í Gøtu kirkju klokkan 16, og tann seinna í Vesturkirkjuni klokkan 19.30.

placeholder

Meira langlesnaður