Korallir undir Føroyum kortlagdar

Korallir undir Føroyum kortlagdar

2017-07-07 15:45 Author image
Georg L. Petersen

Magnus Heinason gjørdi í juni ein túr, har botnurin varð filmaður. Endamálið var at finna korallir undir Føroyum. Hetta var í sambandi við eina norðurlendska verkætlan um viðbreknar leiðir.

Av teimum 53 upptøkunum vórðu korallir sæddar á fimm upptøkum. Hetta var norðanvert Suðuroyarbanka.

Sokallaður ostabotnur varð sæddur á 19 støðum. Væntandi høvdu fleiri korallir verið sæddar, um kaðalin hevði verið longri. Upptøkurnar vóru somikið góðar, at til bar at síggja fisk og smálutir á botni. Botnurin var sum heild reinur, tó at gamal línureiðskapur varð sæddur viðhvørt.

  

Korallir (Lophelia) við sjótrøum (Paragorgia) norður av Suðuroyarbanka. Tann livandi parturin av korallunum er hvítur

Ostur

Lítil kongafiskur svevur í einum svampi

placeholder

Meira langlesnaður