Kravið um landsroyndir verður strikað

Kravið um landsroyndir verður strikað

2017-10-16 13:51 Author image
Leif Láadal

Hósdagin verður fyrsta viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan. Talan er um uppskot frá Mentamálaráðharranum, sum vil hava møguleika at víkja frá kravinum um at fyriskipa landsroyndir.

Sagt verður í viðmerkingunum:

"Ávísar avbjóðingar hava verið við skipanini við landsroyndum, tí verður mælt til, at landsstýrismaðurin í ávísum førum kann víkja frá kravinum um at fyriskipa landsroyndir. Eftir fleiri óhepnar hendingar er tørvur á at eftirmeta og møguliga at endurskoða skipanina tøkniliga og námsfrøðiliga, herundir at orða hvat, hví og hvussu vit frameftir fyriskipa og gagnnýta eftirmetingar fólkaskúlans."

Í grein 14, stk. 5 verður gjørd hendan broyting:

“Landsstýrismanninum verður í serligum førum heimilað at gera frávik frá ásetingini um at skipa fyri landsroynd.”

Um landsroyndirnar fara í grøvina, er ikki vist, men fyrr enn tað tøkniliga er gjørligt at gjøgnumføra tær í fólkaskúlanum, verða tær nokk ikki hilnar, og tað er eisini væl hugsandi, at tær ikki verða hilnar á sama hátt, sum vit higartil hava sæð.

Skotið verður upp, at løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2018.

  

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður