Kreppurakt klædnafyritøka vil satsa upp á nethandil

Kreppurakt klædnafyritøka vil satsa upp á nethandil

2017-12-24 15:45 Author image
Georg L. Petersen

2017 var merkt av afturgongd, vánligum úrsliti og fall í partabrøvunum hjá H&M, og tað fær stóru svensku klædnafyritøkuna at leggja um. Fyritøkan fer at stovna nýtt klædnamerki /Nyden, sum bara skal seljast á netinum og sonevndum pop-up handlum. Málbólkurin verða ung, sum eru fødd millum 1983 og 2000, og sum í nógv størri mun keypa síni klæði á netinum. Klæðini skulu sniðgevast av kendum fólki, millum annað Noomi Rapace, sum spælir Lisbeth Salander í Millennium-røðini eftir Stieg Larsson

Ein onnur avleiðing verður, at fleiri handlar verða stongdir, sambært JP Finans. H&M hevði sett sær fyri at vaksa í 2017, men úrslitið hevur verið tað beint øvugta. Sølan minkaði fýra prosent og marknaðarvirðið fall 30 prosent.

Tað gjørdi tað ikki betur, at ein villa í kt-skipanunum fyrradagin gjørdi, at allar vørur vórðu seldar fyri 40 krónur á netinum. Tað gekk ein tími, aðrenn villan varð rættað. Tað er óvist hvat hetta hevur kostað H&M, sum tó hevur boðað frá, at pengarnir ikki verða kravdir aftur frá kundunum.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður