Útlendingastovan krevur betri innlit í útlendska arbeiðsmegi

2016-05-23 15:34 Author image
Dimma

- Vit hava hvørki nóg nógv ella nóg góð tøl fyri, hvussu nógvir útlendingar eru í Føroyum og arbeiða. Vit hava bara eina hóming.

Soleiðis sigur Ken Nónklett, leiðari á Útlendingastovuni í Føroyum.

Útlendingaøkið er danskt málsøki, og hóast hundraðtals útlendingar arbeiða í serliga byggivinnuni í løtuni, so er eingin føroyskur myndugleiki, sum hevur eitt yvirlit yvir, hvussu nógvir ella hvørjir útlendingar uppihalda seg og arbeiða her í løtuni.

- Vit síggja ikki, hvør fær endaligt uppihaldsloyvi. Vit hava ikki heimild at fáa avrit av loyvunum hjá útlendingum í Føroyum, men vit kunnu fáa tøl frá donskum myndugleikum, tá ið vit biðja um tey, sigur Ken Nónklett.

 

Krevja betri tøl

Hóast føroyska útlendingastovan fær nøkur tøl, so eru tey ikki nóg góð. Tí hevur útlendingastovan nú eisini biðið donsku útlendingastovuna um betri tilfar frameftir.

- Í veruleikanum fáa vit nøkur tøl, og tey geva okkum eina hóming, men tey eru rætt og slætt ikki eftirfarandi. Vit hava gjørt greitt, at vit vilja gjarna hava meiri nágreinilig tøl, tí tað er sjálvandi ikki nøktandi, at vit í Føroyum ikki vita, hvussu støðan er á økinum. Vit vita til dømis ikki, hvat slag av umsóknum, talan er um, um tað er nýggjar umsóknir ella framleingjan, sigur Ken Nónklett.

Tøl og metingar frá útlendingastovuni siga, at tað vóru 220 mál um arbeiðsloyvi í Føroyum í 2015. 91 umsóknir vóru um arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyrstu ferð, 115 umsóknir vóru um longt loyvi og 14 umsóknir vóru um varandi loyvi, sum søkjast kann um eftir sjey ár í Føroyum.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður