Kristofferson spælir eykakonsert til frama fyri Barnaheimið

2016-08-29 13:36 Author image
Dimma

Á Barnaheiminum eru tey farin undir tónleikaátak; til hetta krevjast ljóðføri og onnur útgerð, og tá Kris Kristofferson hoyrdi um átakið, vildi hann fegin stuðla tí.

Kris Kristofferson saman við dóttrini Kelly og svigarsoninum Andrew Hagar hava avgjørt at spæla enn eina konsert á Føroyaferðini. Hendan verður í Reinsarínum í Havn týskvøldið 30. august kl. 20.

Útselt varð beinanvegin til konsertina mikukvøldið á Reinsarínum, men nú hava tey altso sett enn eina konsert á skrá, har øll inntøkan fer óskerd til tónleikaútgerð til Barnaheimið í Havn.

Tey bæði, dóttir Kris Kristofferson og sonur Sammy Hagar, manna bólkin Appalachian Murder Bunnies, og týskvøldið og mikukvøldið fara tey á pall saman við Kris í Reinsarínum.

Appalachian Murder Bunnies hevur fyrr hitað upp fyri bæði Kris Kristofferson og fyri pápa Andrew Hagar, tann navnframa Sammy Hagar, ið best er kendur úr Van Halen. Eisini hava bæði Kris Kristofferson og Sammy Hagar verið á palli saman við teimum, og Kris Kristofferson verður eisini gestur á pallinum, tá Appalachian Murder Bunnies vitja Reinsaríið.

placeholder

Meira langlesnaður