Kris Kristofferson til Føroya í september

2016-05-24 11:00 Author image
Dimma

Ein av kendastu countrysangarum og sangskrivarum í heiminum, amerikumaðurin Kris Kristofferson, vitjar í Føroyum mánaðarskiftið august-september. Á ferð síni, har hann hevur ein part av familju síni við, fer hann at halda eina einstaka úrvalskonsert, sum verður í Norðurlandahúsinum.

Kris Kristofferson fyllir 80 ár 22. juli í ár, og spælir framvegis konsertir kring heimin. Fyri tíðina er hann antin einsamallur á pallinum, ella hevur dóttur sína við, sum spælir banjo og syngur saman við pápa sínum. Á konsertini í Føroyum verða dóttirin og maður hennara við á pallinum á nøkrum løgum.

Kris Kristofferson hevur vitjað í Føroyum eina ferð áður. Tað var í 2007, tá hann hevði eina konsert í høllini á Hálsi í Havn. Hesa ferð verður konsertin í Norðurlandahúsinum, og bert í sjálvum salinum – opið verður ikki aftur í Klingruna. So tað verða bert pláss fyri eini 380 fólkum, ið kunnu lýða á løg sum "Me and Bobby McGee," "For the Good Times," "Sunday Mornin' Comin' Down", "Help Me Make It Through the Night”, “ Why me Lord” og nógv onnur.

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 1. september kl. 19:30.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður