KRIS stuðla av Lions á ólavsøku

2016-07-25 18:16 Author image
Jákup Højgaard

Lions Club Tórshavn skipar fyri listaframsýning á ólavsøku í Müllers Pakkhúsi. Hetta er seytjanda árið á rað. 

Vanligt er at ágóðin frá ólavsøkuframsýningini hjá Lions fer til eitt vælgerandi endamál, og í ár verður tað felagsskapurin KRIS, ið fær pengarnar, ið koma inn. Hetta verður frá atgongumerkjum og einum parti av søluni av listaverkum.

Peningurin, sum verður latin KRIS fer til stovnan av eini heimasíðu, har fólk, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi ella teirra avvarðandi dulnevnt kunnu skriva inn og fáa ráðgeving og hjálp frá øðrum, sum hava verið útsett av kynsligum ágangi. Tey í KRIS meta, at tað er sera stórur tørvur á einum staði, sum fólk kunnu venda sær til dulnevnt, serliga tí at Føroyar eru so lítlar, og tí at hetta er eitt serliga eymt evni.

Atgongumerki kostar 50 kr og sum vant verður ein málningur lutaður burtur millum øll atgongumerkini, og í ár er talan um ein málning eftir Heðin Kambsdal í Fuglafirði, ið eisini áður hevur sýnt fram á ólavsøkuframsýningini, og tað er Eik Banki, ið stuðlar framsýningini við at lata málningin.

Framsýningin letur upp mikudagin 27. juli klokkan 16 og er fyrsta dagin opin til klokkan 20. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er opið frá klokkan 14 til 20, og leygardagin 30. juli er framsýningin opin frá klokkan 14 til 18.

placeholder

Meira langlesnaður