Útselt: Bilettirnar til Kris Kristofferson skræddar vekk

2016-05-25 10:38 Author image
Sigmund Vang

Tað var sum tá atgongumerkir til stórar fótbóltslandsdystir verða lýst til søla, tá tað í gjár frættist, at heimskendi amerikanski countrysangarin og sangskrivarin Kris Kristofferson kemur til Føroya.

Fólk kastaðu seg yvir bilettirnar á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, sum fáar tímar seinni kundi skriva, at konsertin 1. september í ár var útseld.

Við in.fo siga fyrireikararnir tó, at tað møguliga verður skipað fyri eini eykakonsert onkra aðrastaðni. Meira verður at frætta um tað seinni.

  

 

Meira langlesnaður