Misti tvær døtur, meðan hann var til skips

2017-04-08 15:05 Author image
Sigmund Vang

Kristian Martin Rasmussen, reiðari hjá P/F Christian í Grótinum, hevur verið við til at uppbygd eina hundraðtals millióna fyritøku, sum skapar nógv arbeiðspláss og virksemi, og teir pengar, sum fyritøkan hevur vunnið, eru settir í nýggj meiri tíðarhóskandi vinnutól, so menningin kann halda fram, umframt at hann altíð hevur stuðlað og givið, tó at hetta ikki er nakað, hann tosar hart um.

Í løtuni verður arbeitt við at umskipa føroysku fiskivinnuna, og sum lagt verður upp til frá politiskari síðu, fer tað at raka fyritøkuna hjá Kristian Martini og synunum hart. Í Dimmalætting hesaferð, sum fært í handlunum, er stór vangamynd av kanska mest spakmælta vinnulívsmanni í Føroyum. Yvirskriftin á forsíðuni "Skeldaði ein mann í 1971", sipar til eina serliga hending, tá Kristian Martin fyri kanska einastu ferð í sínum lívi, leypt eitt sindur framav. Orsøkina kunnu tit lesa um í brotinum niðanfyri, sum er tikið úr stóru greinini í Dimmalætting. Lesið um spennandi lívið hjá Kristian Martini, sum millum annað keypti normenn (sum vórðu tiknir inn, tá tað ikki bar til at fíggja í Føroyum) út aftur úr felagnum, tí P/F Christian í Grótinum ikki vildi betala út vinningsbýti, men heldur brúka yvirskotspengarnar til íløgur í Føroyum, sum kundu bera oyggjarnar enn longur fram á leið.

 
"Vit eru í 1971. Kristian Martin er við Borðoyanes í Nýfundlandi og fiskar. Heima gongur konan Jonelisa við stórum búki. Teir báðir synirnir Jón og Eyðun eru bara trý og fýra ára gamlir, og øll familjan er spent upp á, at fleiri børn skulu koma í familjuna. Og talan er nevniliga um fleiri børn, tí Jonelisa ber upp á tvíburðar.

Tað gongur illa umborð. Ísur darvar fiskiskapinum, tá tað eru boð um samrøðu úr Føroyum yvir Lyngby Radio. Tað er mamma Kristian Martin, sum ringir við sogarboðum. Jonelisa hevur átt for tíðliga. Tað vóru tvær gentur, men tær livdu bara nakrar fáar dagar.

- Eg eri nokk tað, sum man vil rópa ein róligur og avballanseraður maður, men eg minnist at teir næstu tveir dagarnar var eg meira óróligur og eitt sindur snarsintur eisini. Eg kom at siga okkurt við ein av manningini, sum eg annars aldrin kundi funnið upp á sagt, minnist Kristian Martin."


Dimmalætting fæst í sølubúðunum kring landið.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður