8. mars – framvegis bæði veitslu- og stríðsdagur

2017-03-08 09:45 Author image
Sigmund Vang

Lønarmunur, niðursett tíð og harðskapur. Nøkur av mongum evnum úr rúgvuni, sum í stóran mun seta treytirnar fyri tilveruni hjá kvinnum í føroyska samfelagnum, her dagsskráin síðani tíðarinnar morgun hevur verið ásett av tí eina kyninum. Í almenna rúminum hava menn til fyri fáum árum síðani verið tað normala, meðan konufólk hava verið undantakið.

Men nógv er broytt og nógv er betrað, síðani 8. mars fyri fyrstu ferð varð hildin. Tó er framvegis nógv arbeiði at gera á veg móti málinum.


Lønarmunir

Vit hava í Føroyum eina áseting um, at kvinnur og menn skulu hava somu løn fyri sama arbeiði. Fyrr var illa, halda vit í dag, men ein áseting sum hendan er als eingin sjálvfylgja. Og tað er ikki okkara egna lóggávuvald á Tinghúsvegnum, sum av sínum eintingum tók stig til hesa lóggávu.

Ein belgisk flogterna, Gabrielle Defrenne, fór miðskeiðis í 1970unum til ES-dómstólin, tí hon ikki vildi finna seg í, at hon sum konufólk fekk lægri løn og varð noydd at fara á pensjón sum 40 ára gomul, meðan hennara mannligu starvsfelagar vóru betri løntir og kundu arbeiða, til teir gjørdust 55. Defrenne-málið førdi til tær fyrstu ES-ásetingarnar um javnstøðu millum kyn. Umvegis Danmark kom so hesin boðskapurin til Føroya, har javnstøðulógin frá 1994 ásetir, at kvinnur og menn skulu hava somu løn fyri sama arbeiði.


Niður í tíð

Defrenne ella ikki, lønarmunurin millum kvinnur og menn er framvegis risastórur, og eingi tekin í sól og mána eru um, at hann minkar komandi mongu árini.

Kvinnur arbeiða í nógv størri mun enn menn niðursetta tíð, og so leingi hetta er, tí at kvinnan ynskir tað, er eingin orsøk til at gera stórvegis hóvasták burturúr. Tí arbeiðið fyri javnstøðu  snýr seg um at hava møguleika fyri at velja júst ta tilveruna, ið vit sum mennisku ynskja at liva. Tó eiga vit at hava í huga, at arbeiðir tú niðursetta tíð alt lívið, sæst hetta væl og virðiliga aftur í pensjónini.

Og tað er langt frá altíð, at niðursett tíð er eitt val. Alt ov ofta eru starvslýsingar at síggja, har hálv ella trífjórðingsstørv eru at fáa, og hetta serliga á økjum, har næstan bara kvinnur arbeiða. Eingin kann liva av eini hálvari løn í dagsins Føroyum, so siðvenjan at seta kvinnur niðursetta tíð, hóast tær ynskja tað øvuta, eigur at steðga.


Horustift og húsaófriður

Tá ið vit vóru ungar, brúktu vit sjálvandi horustift. Tí var tað ikki eitt hóskandi navn fyri blýantin, sum vit smurdu okkum um eyguni við? Eitt av mongum dømum um, at heiti og fyribrigdi, sum viðvíkja kroppi, útsjónd og kynslívi hjá kvinnum, hava havt niðrandi og moraliserandi heiti.

Horustiftin skifti vónandi navn, men framvegis kundi verið betri rúmd fyri veruleikanum hjá føroysku kvinnuni anno 2017 í okkara móðurmáli, sum framvegis hevur kallkyn sum útgangsstøði, og kvennkyn sum undantak.

Mánamorgnar hoyra vit ofta, at húsaófriður hevur verið í vikuskiftunum. Hetta hampiliga orðið sigur ikki stórvegis í sjálvum sær og kann fevna um so nógv: harðmæltan orðadrátt ella bardaga eftir eitt váttligt kvøld í býnum. Men tað kann sanniliga eisini fjala hendingar, har kvinnur verða knústar sundur av makanum, ofta meðan børnini eru til staðar.

Í 2016 fekk løgreglan útivið 100 fráboðanir um húsaófrið, og vit vita ikki, um talan var um harðskap móti kvinnum og børnum. Men vit vita, at Kvinnuhúsið í 2015 hevði 315 áheitanir, har harðskapur var orsøkin.

Harðskapur móti kvinnum er ein álvarsligur og syrgiligur trupulleiki, sum ikki hvørvur, bara tí at vit umdoypa hendingina ella tiga hana burtur.


Lívsneyðug vælferðartilboð

Onkur hevur sagt, at Margaret Thatcher kláraði at knúsa glasloftið, men at hon dró stigan við sær upp. Sambært Thatcher var kvinnustríð óneyðugt møsn. Tað hoyrir tó við til søguna, at børn hennara gingu á kostskúla, frá tí at tey vóru smá, so avbjóðingin at fáa børn og eina krevjandi yrkisleið at ganga í takt var neyvan nakað, sum the Iron Lady hevði fyri neyðini at brúka stórvegis krút uppá.

Men barnaansing og onnur tilboð í okkara vælferðarsamfelag eru lívsneyðug fyri eina tilveru í 21. øld. Vit skulu ongantíð noyða kvinnur at velja millum at fáa børn og at vera virknar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta gerst bara við eini støðugari menning av vælferðartilboðum, so sum barnaansing og røktarheimsplássum, so at okkara yngstu og okkara eldru hava góð kor. Tí tað vísir seg ferð eftir ferð, at tað eru kvinnur, sum hava høvuðsábyrgdina av trivnaðinum hjá yngra og eldra ættarliðnum í familjuni.

Vunnin rættindi skulu verjast, og nýggj rættindi skulu vinnast. Og tey detta ikki av himni niður í okkara favn. Tað er altíð onkur, antin einstaklingar ella bólkar, sum hava tikið tað neyðuga stríðið fyri tí, sum vit í dag halda vera ein sjálvfylgja. Tí er 8. mars framvegis bæði ein veitslu- og ein stríðsdagur.

Góðan 8. mars øll somul!

  

  

placeholder

Meira langlesnaður