Kronikk: Er føroyska nátaveiðan farin frá at vera til húsbrúk til ”olympiskt fiskarí”?

Kronikk: Er føroyska nátaveiðan farin frá at vera til húsbrúk til ”olympiskt fiskarí”?

Tó at veiðan er moderniserað, so fylgja vistfrøðiligu atlitini ikki við

2017-09-08 19:28 Author image
Sjúrður Hammer, lívfrøðingur

Føroyingar eru veiðufólk, verður oftani sagt við stoltleika, tí veiða hevur jú verið grundarlagið undir lívinum í Føroyum so leingi fólk hava búð her. Í tey yvir 100 árini, ið føroyingar hava tikið náta, eru tó nógvar tøkniligar og samfelagsligar broytingar hendar. Gamli føroyingurin hevði neyvan kunnað ímyndað sær, at man uppá 15 minuttir kann sigla út á tey bestu miðini, og afturi í landi standa full neyst við arbeiðsmonnum, fyri at hagreiða so nógv og so skjótt sum gjørligt. Men kann tað hugsast, at effektiviseringin og professionaliseringin av nátaveiðuni broytir vistfrøðiligu fortreytirnar og skumpar undir eina niðurgongd í føroyska havhestastovninum? Almenni hugburðurin tykist verða, at stovnurin passar best seg sjálvan og tí finnast tað framvegis ongar stovnsmetingar ella veiðuhagtøl fyri havhestin í Føroyum. Tó at veiðan er moderniserað, so fylgja vistfrøðiligu atlitini ikki við

 

Nú er nátatíðin við at fara framvið, og tey okkara sum ikki eiga bát kunnu gleðast um, at tað nú er gjørligt at keypa í Vágsbotni, á Facebook og aðrastaðni. Sølan hevur rættiliga vundið uppá seg seinastu árini, og okkara matarlystur eftir føroysku delikatessuni er bert avmarkaður av útboðnum. Tað er jú bara eitt stutt tíðarskeið, har tað er gjørligt at fáa fatur á náta, eftir hann fer úr berginum og áðrenn hann sleppur sær til havs. Umframt nátan, so spælir veðrið eisini ein stóran leiklut, tí um tað ikki viðrar, so kann veiðan verða avmarkað til bert nakrar fáar dagar.

Vit eru á vandakós, tá ið ein hevur eitt sterkt fíggjarligt insitament til eina veiðu, sum samstundis er fullkomiliga óregulerað

Náti verður seldur fyri millum 70 og 80 krónur stykkið, og tað er stórur gravgangur eftir honum allastaðni har hann verður seldur. Um tað verður hugsað, at skjóttgangandi bátar kunnu lættliga taka fleiri túsund nátar, so kann talan verða um rættiliga nógvar pengar sum eru at tjena. Og ongi útlit eru fyri, at eftirspurningurin fer at minka. Fólkatalið í Føroyum er vaksandi, og miðal føroyingurin hevur meir pening um hendi, enn hann nakrantíð hevur havt fyrr. Men hvussu nógv er til av náta, og hvussu nógv verður tikið, tað vita vit framvegis ikki. Men teoretiskt vita vit, at vit eru á vandakós, tá ið ein hevur eitt sterkt fíggjarligt insitament til eina veiðu, sum samstundis er fullkomiliga óregulerað. Tí kann man seta stórt spurnartekn við, um føroyska nátaveiðan er burðardygg.

Havhesturin hevur verið í Føroyum síðan 1839, og hann hevur eftir øllum at døma havt tað gott í Føroyum, tí seinasta metingin av stovninum er áleið 300-500.000 pør. Ein somikið stórur stovnur kann helst tola eina nokkso umfatandi veiðu. Men samstundis vita vit, at vistfrøðin hjá havhestinum er sera seinfør. Hann byrjar ikki at nørast fyrrenn hann er 9 ára gamal, og hann fær í mesta lagi ein náta annaðhvørt ár, so broytingar í stovninum hjá havhestinum henda yvir rættiliga langa tíð og tí er sera trupult at kenna gongdina í stovninum. Men eru nakrar ábendingar ella prógv um, at føroyski havhestastovnurin ikki hevur tað so gott?


Kunsturin at stinga høvdið í sandin

Í Føroyum finnast tað ikki neyv ella tíðarhóskandi hagtøl ella greiningar fyri tey flestu plantu- og djórasløgini sum finnast. Fyri at leystliga endurgeva professaran Dorethe Bloch, sálu, so botnar hesin mangul uppá hagtøl í líkasælu við náttúruni á landi, helst tí at Føroyar eru eitt veiðumannasamfelag og ikki eitt landbúnaðarsamfelag. Tí grundleggjandi í landbúnaðarmoralinum er røktin av tí, tú hevur, tí lendi og feingi er avmarkað, meðan veiðan hevur traditionelt ikki havt fyri neyðini at taka fyrilit til vistfrøði og røkt.

Í øllum førum kann tað staðfestast, at stovnsmetingar av fugli hava ikki verið raðfestar serliga høgt

Í øllum førum kann tað staðfestast, at stovnsmetingar av fugli hava ikki verið raðfestar serliga høgt, hvørki fyri tann fuglin sum verður veiddur ella hin. Fyri havhest sigur tann eina metingin frá 1981, at áleið 600.000 pør eru í Føroyum. Jens-Kjeld Jensen og Sørensen Sørensen góvu í 2015 eina nýggja meting á áleið 300-500.000 pør. Óvissan er soleiðis stór, og hesar metingarnar eru ikki at rokna sum meir enn kvalifiseraði git og tí eitt rættiliga veikt vísindaligt grundarlag at arbeiða út frá. Men tó at vit ikki kenna talið á føroyska stovninum ella gongdina á stovninum, so finnast tað aðrar ábendingar um, at veiðan eftir føroyska havhestinum er rættiliga umfatandi, bæði av ungum og gomlum havhesti.

Veiðuna sjálva hava vit ei heldur nøkur hagtøl uppá. Men tað er greitt, tá ið man frættir um fleiri einstaklingar, sum taka yvir 1000 nátar, at veiðan er helst rættiliga umfatandi. Ringmerkingar kunnu geva eitt innlit í deyðsorsøkirnar hjá havhesti í Føroyum. Av teimum, har vit kenna deyðsorsøkina, eru 84% fráboðaðir sum veiddir. Til samanbering kann sigast, at í Bretlandi verða 45% av havhestum fráboðaðir sum veiddir, og helvtin av teimum hava verið veiddir í Føroyum. So tað er greitt, at vit í Føroyum taka ikki bert úr okkara egna stovni, men eisini frá grannalondunum.

Útklipp úr Færøsk Trækfugleatlas (2014).

 

Í bók síni ”Mallemukken på Færøerne” metir Jens-Kjeld Jensen, at veiðan er um 40-80.000 nátar hvørt ár. Hetta svarar til, at millum 8% og 27% av øllum nátum verða tiknir hvørt ár. Um vit góðtaka, at metingarnar hava eina sera stóra óvissu, so liggur føroyska havhestaveiðan og ridlar á markinum fyri, hvat er burðardygt. Ongi neyv tøl finnast at rokna út nágreiniliga hvat ið ein burðardygg veiða kundi verið, men ein veiða á 20% vildi næstan sjálvsagt ikki verið burðardygg.

Ein ungur stovnur er ein greið ábending um ein stovn, sum verður veiddur ov nógv

Havhesturin verpur bara eitt egg og verpur ikki uppaftur, so hvør náti, sum verður tikin, representerar tað árið hjá tí eina parinum. At eitt par missir ein unga eitt ár, ger ikki tann stóra munin, tí havhesturin kann liva leingi og kann nørast aftur eitt annað ár. Men aftur her eru ábendingar um, at føroyski stovnurin er óvanligur og kanska ikki hevur tað serliga gott. Av teimum yvir 8.000 havhestunum, sum hava verið ringmerktir í Føroyum er ongin fangaður aftur, sum er eldri enn 15 ára gamal. Hetta er rættiliga lágt, tá ið man veit, at miðallivialdurin hjá havhesti er umleið 34 ár, og teir kunnu gerast yvir 44 ára gamlir. Ein ungur stovnur er ein greið ábending um ein stovn, sum verður veiddur ov nógv.

Runt um í landinum frættist, at havhesturin er minkaður, men aftur kann hetta verða ógjørligt at staðfesta vísindaliga uttan teljingar. Men til dømis er tað vert at bíta merki við, at talið av havhestaeggum, sum skúvoyingar hava rænt í til dømis Høvdaskor, er minkað munandi seinastu árini. Havhesturin er minkaður nógv í øðrum londum í Evropa – somikið, at hann nú er bólkaður sum ”Threatened” í Evropa (http://www.iucnredlist.org/details/22697866/1), tó at hann ikki er hóttur globalt. Hendan niðurgongdin hevur helst fyrst og fremst við føðina at gera, og tað er sannlíkt, at hetta eisini ávirkar føroyska stovnin, men ein minking í stovninum, óansæð orsøkina, ávirkar eisini hvussu stór burðardygga veiðan kann verða.

Tað er greitt, at stovnsmetingar eru sera truplar at gera fyri havhest og í løtuni finnast ikki nøktandi hagtøl. Men merkir tað, at vit tí kunnu staðfesta, at veiðan er burðardygg, tí at vit vita ikki betur? Hetta vildi svarað til, at Landssjúkrahúsið kom til eina niðurstøðu, at ongin trupulleiki er við multiresistentum bakterium, tí ongin kanning hevur verið gjørd. Eitt varsemisprinsipp vildi formulerað tað beint øvugt. Av tí at vit onki vita um stovnsstødd ella gongdina í Føroyum, men at evropeiski stovnurin er minkaður, og vit vita, at veiðan er umfatandi og fíggjarliga insentifiserað, so er rættiliga ósannlíkt, at hon er burðardygg.


Siðbundin veiða ella vinna?

Tað er greitt, at føroyska havhestaveiðan er broytt og moderniserað, og tað er ikki óhugsandi, at tann niðurgongdin í havhestastovninum, ein hevur sæð runt um í landinum, er partvíst orsakað av ovurveiðu. Tó at tað vóru nógv fleiri fólk í nátaveiðu fyrr, so var tað langt frá, at hvør bátur tók so nógvan náta sum teir gera nú. Helst hevur tað við motorstødd at gera, tí fyrr vóru tað nógvir nátar sum kláraðu at lætta seg so frætt uppfrá, at teir sluppu undan glúpinum, meðan nú eru tað helst fáir, sum sleppa undan. Tað er ikki bert veiðan, sum er blivin effektivari. Av tí at veiðan er so tíðaravmarkað, er neyðugt at brúka tíðina uppá at fáa mest møguligt burturúr. Tað finnast nú væl mannaði neyst, sum eins og flakavirkir virka nátan – royta ella skrædla, og skjóttgangandi bátarnir sigla bert inn fyri at avreiða og fylla bensin á, fyri síðan at fara út aftur. Sølan er somuleiðis blivin løtt og ómakaleys, nú fleiri støð eru at selja náta og eisini er facebook vorðin ein týdningarmikil platformur til sølu av føroyskum mati.

Skal veiðan halda fram at vera ein grundleggjandi rættur hjá einum og hvørjum at taka sær nøkur kók, ella skal tað vera rætturin hjá øllum at keypa sær nøkur kók?

Føroyska samfelagið er soleiðis við eitt vegamót. Skal veiðan halda fram at vera ein grundleggjandi rættur hjá einum og hvørjum at taka sær nøkur kók, ella skal tað vera rætturin hjá øllum at keypa sær nøkur kók? Hesar skipanirnar seta sera ymisk krøv til vitan, stovnsrøkt og fyrisiting, men tað hevur stóran týdning, at tað verður eitt alment kjak um hendan spurningin. Hetta er í veruleikanum ein størri prinsipiellur spurningur um alla siðbundna veiðu í Føroyum, sum jú eisini ger seg galdandi fyri grind, lunda og líra.

Nátaveiðan er effektiviserað á ein hátt, sum kann samanberast við fiskavirking. Tað eru eftir øllum at døma pengar at tjena, og tað er at gleðast um. Um slík veiða kundi blivið skipað sum vinnuvegur fyri eitt lítið virki, so hevði tað helst verið kærkomið fyri hart sperda útjaðaran. Men ein og hvør vinnulig veiða má undirleggjast teimum vistfrøðiligu treytunum, sum eru við einum og hvørjum náttúrutilfeingi. Havhestastovnurin má sleppa at endurnýggja seg, fyri at veiðan kann verða áhaldandi. Verandi støða við sera effektivari veiðu uttan nakrar teymar er tí óhaldbær. Um ein vinnulig nátaveiða skal verða lív lagað, so má man kenna stovnsstødd og veiðutrýst. Tað kundi hóskandi verið krav, at øll veiða omanfyri 50 nátar skal upplýsast hjá onkrari veiðufyrisiting, ella at kvotur vóru útlutaðar.

Tað er óheppið og óhaldbært, at tað eru villini stovnar, sum verða troyttir á ein vinnuligan hátt, uttan at tað fyriliggur nøkur vitan um støddina og gongdina hjá stovninum

Um man harafturímóti ynskir at verja nátaveiðu sum siðbundna veiðu og ein rætt hjá øllum føroyingum, so eigur tað samstundis at vera forboð ímóti sølu. Hetta hevði tryggjað, at ongin tók meir enn til seg og síni. Samstundis átti veiðan tá at verið gjørd við serligari virðing fyri siðvenju og søgu. Tað hevði verið hóskandi, at leiðreglur vóru gjørdar til eina slíka veiðu, so sum siglingarferð, men tað hevur størstan týdning, at søla verður avmarkað ella forbjóðað. Ein siðbundin veiða hevði ikki í sær sjálvum tryggjað burðardygd í nátaveiðuni, men tað hevði minkað um sannlíkindini fyri ovurveiðu. Hetta er nakað sum millum annað Kanada hevur gjøgnumført. Í Kanada er veiða av alskyns kríatúrum rættiliga inngrógvin partur av lívinum hjá nógvum. Men har er strangt forboð ímóti at selja tað, sum verður veitt.

Tað er óheppið og óhaldbært, at tað eru villini stovnar, sum verða troyttir á ein vinnuligan hátt, uttan at tað fyriliggur nøkur vitan um støddina og gongdina hjá stovninum. Tað eru ymiskar ábendingar sum týða uppá, at stovnurin er eisini minkandi í Føroyum. Óansæð um veiða hevur skyldina av hesari niðurgongdini, so broytir hetta eisini nøgdina av náta, sum kann verða veiddur burðardygt í Føroyum. Spurningurin, sum stendur eftir, er, hvussu skal føroyska nátaveiðan skipast framyvir fyri at tryggja, at hon verður burðardygg?

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður