Kronikk: Pensiónsnýskipan fyri øll – ella eg ein stóran, tú ein lítlan?

Kronikk: Pensiónsnýskipan fyri øll – ella eg ein stóran, tú ein lítlan?

Eyðnan hjá politikkarum sigst vera, at fólk (veljarar) eru so stuttmint. Hugsi, at politikkarar eisini eru stuttmintir

2017-09-22 11:16 Author image
Karin Kjølbro, fyrrv. tingkona

Eyðnan hjá politikkarum sigst vera, at fólk (veljarar) eru so stuttmint. Hugsi, at politikkarar eisini eru stuttmintir. Ætlaði, – nú spurningurin um almennu pensiónskipan okkara aftur er á breddanum, at skriva nakað um søguna hjá fólkapensiónini og samhaldsfasta. Má ásanna, at hóast stundum egnan politiskan leiklut, so er okkurt farið.

Í 50-unum var ein lærari í Klaksvíkar skúla, ið hevði ilt við at halda skil á næmingunum. Ein dagin segði hann við grátirødd: Og so havi eg biðið Guð um, at tit skikka tykkum betur, og hann hoyrir meg heldur ikki.

Heima hjá okkum skuldi ikki sigast øvugt orð um lærarar okkara,  men eg loyvdi mær aftaná hesa hending at siga við mammu mína, at eg skilji ikki, at PJ vil verða lærari. Mamma svaraði bara: hann kann so gleða sig til at fáa eina góða lærarapensión. Nú skilti eg uppaftur minni. Fyri eitt 10 ára gamalt barn kundi pensión bert sammetast við ævinleikan.

Tað var seinni, at vit hoyrdu um fólkapensión til øll (1959), men tað var nakað heilt annað enn lærarapensión. Komin á studentaskúla í 1960 var tað ikki sørt umrøtt í samfelagslæru. Neyvan nakar skilti rættiliga, at øll uttan mun til inntøku og ognir, nú skuldu hava fólkapensión frá tí almenna, og at hetta varð byrjanin til vælferðarsamfelagið.

Og so var spurningurin: skuldu Kjølbro og Poul Hansen – kendir sum ríkmenn tá, veruliga hava fólkapensión? Her var almikið at kjakast um restina av tímanum.


Hvussu gomul blivu tey?

Nú henda góða mynd av fimleikagentum úr realflokkinum í Klaksvík 1959-1960 nýliga var mær send, var mín fyrsti tanki: hepnar, at vit liva enn. Hesar gentur eru føddar undir krígnum og eru í dag 73-74 ára gamlar og fáa ivaleyst allar fólkapensión. Marita Kjølbro fødd 1943 – hin hægsta mitt fyri, doyði í 1996 og hvílir Úti í grøv í Klaksvík saman við mammu og pápa sínum.

Nú kom eg í tankar um omanfyrinevnda lærara, sum kundi ugga seg við eini stórari lærarapensión. Hvussu drúgv var nú nevnda gleði hjá honum?

Hetta við 68 árum er júst tað, ið sagt var, tá fólkapensiónin kom fyri 58 árum síðani, at fólk livdu í meðal tvey ár aftaná, tey fingu fólkapensión. Og tað var líkasum tað, ið var grundarlag undir framrokningunum við fólkapensiónini

Í lærarabókini kundi lesast, at hann gjørdist 68 ár. Fór síðani at kanna átta av teim lærarum, flokkur mín hevði havt mest í árunum 1950-1960, tvær kvinnur og seks menn. Hin yngsti doyði 58 ára gamal og hin eldsti 78 ára gamal. Miðalaldurin gjørdist eisini 68 ár. Við øðrum orðum skallut tvey ár við tí hálovaðu lærarapensiónini. Tá var lærarapensiónin 75% av læraralønini. Í dag er hon 60%.

Men hetta við 68 árum er júst tað, ið sagt var, tá fólkapensiónin kom  fyri 58 árum síðani, at fólk livdu í meðal tvey ár aftaná, tey fingu fólkapensión. Og tað var líkasum tað, ið var grundarlag undir framrokningunum við fólkapensiónini. Og hetta er tað, sum í dag verður nevnt búskaparliga haldføri, ið ger broyting í almennu pensiónini alneyðuga.

Aftaná aldarskifti frættist, at gentubørn um okkara leiðir, – fødd í dag – hava stóran møguleika fyri at fylla 100 ár.


Nú eru vit við kjarnuna

Skulu so fólk í framtíðini hava fólkapensión frá tí tey eru 67 ár og til tey gerast upp ímóti 100 ella meir?

Vit fáa færri børn, og fólk verða eldri og eldri, áðrenn tey koma á arbeiðsmarknaðin. Við øðrum orðum: talið á teimum, sum arbeiða og rinda pensiónirnar, og sum halda samfelagshjólini gangandi við m.a. inntøkuskatti, minkar alsamt. Og talið av pensionistum økist støðugt.

Henda álvarsmynd stingur seg upp bæði her hjá okkum og í grannalondunum. Áðrenn fólkatingið fór heim, var ætlanin at hækka fólkapensiónsaldurin munandi, men har fanst ikki semja. Eisini fakfelagsfólk vóru á varðhaldi við m.a. tí sjónarmiði, at fólk eru í mongum førum niðurslitin, tá tey eru 67 ár. Og soleiðis er eisini her hjá okkum.

Arbeitt hevur verið við broyttari pensiónsskipan síðan aldarskiftið og meira aftrat. Vit kunnu næstan siga síðani 1965, og nú væntast álit lagt fram í heyst. Sum skilst, verður samhaldsfasti veruliga álitið í komandi pensiónsskipan. Samstundis sum inngjaldið verður hækkað,  ætlast útgjaldið sett longri upp.


Tvungin uppsparing  og pensiónsskatturin hækkaður og tikin við inngjald

Tað var í 2011, at farna samgonga framdi hesa gerð, ið var ein vanlukka. Ikki bara fakfeløg og táverandi andstøða vístu á, at hetta var ógvusligur missur fyri løntakarar, og serliga fyri tey lágløntu. Í blaðnum SAMTAK 29. apríl 2015 stendur, at missurin hjá einum vanligum arbeiðara, sum verður pensionistur um 20-30 ár, er um 12.000 kr. um árið í pensión ella samanlagt eini 200.000 kr. í pensionistatilveruni.  Eisini í grannalondunum var henda verkætlan kallað ábyrgdarleys og "dødsens farlig skattefidus". Eins álvarsamt er tað, at álitið á politikkarar og samfelagsskipanina er í stórum vanda.

Og núverandi samgonga, ið var ógvuliga uppøst, segði tá, at tey vildu broyta tað, tá tey sluppu framat.

Skal tú vera eftirklók, so tykist tað burturvið,  at pensióngjaldið, ið ivaleyst hevur verið heilt góðtikið, var strokið í eini handavending

Sum kunnugt er onki hent við tí. Og sjálvandi eru vit bæði stúrin og spent um, hvat nú fer at henda. Síggi annars, at vit sum nú eru pensionistar, spæla ikki týðningarleysan lut sum skattgjaldarar. Men tá næsta ættarlið kemur, er teirra skattur ikki tøkur fyri land og kommunur. Hann er brúktur til at fíggja m.a. flatskattin frá 2012.


Grundupphæddin í fólkapensiónini niður og samhaldsfasti upp

Omanfyrinevndu broyting var núverandi samgonga rættiliga kvik at seta í verk, tá tey komu til. Sum skilst verður á henda hátt meira til avlops hjá fólkum, ið bert hava almennu pensiónirnar at líta á. Partur í hesum er, at meðan grundupphæddin í fólkapensiónini er skattafrí, so er útgjaldið frá samhaldsfasta skattskyldugt.

Landsfelag pensionista hevur verið sera ónøgt við hesa broyting og tann ótryggleika, ið støðugt stingur seg upp um framtíðina, samstundis sum víst verður á fólkapensiónsgjaldið, sum nógv hava goldið til, ið eru pensionistar i dag.


Pensiónsgjaldið 1% frá 1959 til 1978

Víst verður til avrit av skattauppgerð frá Føroya Gjaldstovu hjá unglingi úr Klaksvík árini: 1967/68, 1968/69, 1969/70 og 1970/71.

Sbr. lógaruppskotinum 1. okt. 1959 um fólkapensión var pensiónsgjaldið:

1% av skattskyldugu inntøkuni, og allir skattgjaldarar rindaðu.

Tað er m.a. hetta landsfelag pensionista støðugt hevur víst á.

Sbr. lógtingslóg nr. 63 um býti av sosialum útreiðslum í sept. 1978, verður skattastigin broyttur við tí fyritreyt, at fólkapensiónsgjaldið verður avtikið sum sjálvstøðugt gjald. Saman við hesum skulu frádráttir sum limagjald til sjúkrakassa, vinnufeløg, umsiting av húsum v.m. avtakast. Í samband við sama løgtingsmál sæst m.a. eisini:

før. parturin av fólkapensiónsútreiðslunum og pensiónsgjaldið

1975/76  kr. 29.461.459  pensiónsgjald kr. 12.411.961

1976/77 kr. 33.112.565  pensiónsgjald  kr. 14.014.122

1977/78 kr. 37.815.395  pensiónsgjald  kr. 15.452.273

(hetta er áðrenn blokkurin kom)

Ikki er trupult at gita, hvussu mikil hesin pensiónsgjaldsgrunnur  hevði verið í dag, um hann var varðveittur. Eg ørminnist, at pensionistar tá í 1978 vóru ónøgdir við avtøkuna av pensiónsgjaldinum. Tey vóru tá kyrrað við, at strokna  pensiónsgjaldið skuldi so sanniliga verða innroknað í komandi skattin, og tað skuldi heilt víst verða nóg mikið til pensionistarnar í framtíðini.

Skal tú vera eftirklók, so tykist tað burturvið,  at pensióngjaldið, ið ivaleyst hevur verið heilt góðtikið, var strokið í eini handavending. 


Eykapensión til fólkapensión í 1965

Ásannandi, at fólkapensiónin ikki fór at røkka sum fráleið (longu 6 ár aftaná, at fólkapensiónin kom), legði Karsten Hoydal, landsstýrismaður í 1965 (sjálvstýrislandsstýrið 1962-1966), fram uppskot fyri tingið um, at løgtingið mælir landsstýrinum til at seta eina nevnd at kanna møguleikarnar fyri eykapensión til fólkapensión, har øll lønarfólk rinda fast gjald í grunn og somuleiðis arbeiðsgevararnir.

Undir viðmerkingunum var tilfar um ymiskar skipanir í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Bretlandi lagt við. Onkrastaðni rindaði arbeiðsgevarin 2/3 so nógv í grunn og onkrastaðni ½ av inngjaldinum hjá løntakaranum.

Nevndin var sett, og fór til arbeiðis, men ongin hoyrdi nakað aftur. Í 1980 spurdi undirritaða eftir áliti frá hesi nevnd í løgtinginum, men har var onki

Tað stendur ikki har, men danir fingu árið fyri í 1964 eina ATP-skipan, sum allir føroyingar kenna, sum hava arbeitt í Danmark. Tað var ein føst upphædd – ikki prosentupphædd. Tað eg minnist, var tað í byrjanini 7,95 kr. um mánaðin.

Uppskotið hjá Karsten Hoydal var einmælt samtykt. Nevndin var sett, og fór til arbeiðis, men ongin hoyrdi nakað aftur. Í 1980 spurdi undirritaða eftir áliti frá hesi nevnd í løgtinginum, men har var onki. Tað, sum annars var áhugavert, var, at táverandi skrivstovustjórin í Landsstýrinum (tá var ongin løgtingsskrivstova) Johan Djurhuus, sáli,  greiddi mær frá, at:

Uppskot til samtyktar, sum var samtykt í løgtinginum, merkti bara, at tað samtykta skuldi fremjast, men ikki nær, og ongin hevði ábyrgd av nær. Avgerandi  í spurninginum nær, var, at tað var játtaður peningur til endamálið.

Tí legði eg eitt nýtt uppskot til samtyktar fram um tað sama í 1981 (sat tá í andstøðu). Tað var einmælt samtykt, men ongin nevnd fór til arbeiðis, helst tí, at ongin peningur var játtaður til endamálið. Soleiðis plagar at vera, tá tað er eitt anstøðuuppskot (eg havi ivaleyst verið ov óroynd sum tingkona).

Nú koma vit til januar 1985, tá jvfl., tjfl., sjfl. og KrFFF fóru í samgongu. Tá samgonguskjalið var klárt, og vit, sum ikki vóru í samráðingarnevndini, fingu uppskotið um samgonguskjal, stóð onki um eykapensión til fólkapensión. Tí bað eg um tað, og fekk tað í samgonguskjalið. Nevndin var sett, og eg var so heppin at sleppa í arbeiðsbólkin, ið skuldi gera uppskotið og taldi fimm fólk. Hetta var ikki ein nevnd av løgtingsfólkum.


RISAstóra ATP-húsið

Nógv kundi verið at skriva um nevndararbeiði viðv. eykapensión til fólkapensión, sum leingi var heitið. Vit vóru rættiliga samd og arbeiðssom, og gjørdu m.a. eina arbeiðsferð til Svøríkis, Noreg og Danmark at kanna teirra arbeiðsmarknaðarpensiónir. Ein ræðumynd, sum stendur enn, er ATP-húsið í Birkerød. Ongantíð í lívinum hevði eg sæð eitt so stórt og mishátt hús, bert til at umsita ATP-skipanina. Ein yvirvaksin bygningur, ið líktist illa dámdu donsku íbúðarleigublokkunum í NUUK. Hetta segði nakað um, hvussu stór og   mikil umsitingin var av ATP-skipanini. Øll vóru samd um, at soleiðis skuldi ikki verða hjá okkum.

Í Svøríki fingu vit at vita, at fólk, ið lítið og onki vóru á arbeiðsmarknaðinum so sum húsmøður og onnur, ið ikki høvdu verið arbeiðsfør ella bóru brek, fingu lítið ella onki útgjald har, men 1½ útgjald av grundupphæddini í fólkapensión frá sosialu myndugleikunum, tá tað kom hartil.

Í Føroyum máttu vit hava eina skipan, ið var løtt at umsita. Her er tað, at heitið á uppgávuni vit arbeiddu við, nevniliga: eykapensión til fólkapensión, verður broytt til:

Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG).

Hetta heitið átti táverandi landsstýrismaður Vilhelm Johannesen. Eg plagdi stundum at skemta við, at tað var so knortlut,  at tað kundi brúkast av løgregluni sum sparitiltak við spiritusroynd av bilistum. Tann sum var førur fyri at siga hetta orðið við fyrstu samrøðu, mátti metast at vera edrúur, og átti tí at sleppa undan blóðroynd. Uppskotið var samtykt og AMEG (seinni Samhaldsfasti) var settur á stovn við lóg 7. mei 1991, har fólk byrjaðu at gjalda inn 0,5% av lønarinntøkuni, og arbeiðsgevarin rindaði tað sama. Upprunaliga var ætlanin, at byrjast skuldi við 3% í inngjaldi. Men tá var tað, at vit nærkaðust húsagangi. Tí var ikki goldið út úr Samhaldsfasta fyrr enn 1. apríl 1997, tá tíðirnar vóru batnaðar.


Fólkapensiónin steðgaði við at vaksa

Eisini hendi tað, at fólkapensiónin, sum plagdi at vera dagførd regluliga, steðgaði við at vaksa. Tað var als ikki nakað, sum var avtalað í sambandi við samhaldsfasta. Eri ikki greið yvir, um grundupphæddin í fólkapensiónini nakrantíð hækkaði aftur.

Tungt var tað tá í Føroyum. Rindast skuldi eisini til nýggju arbeiðsloysisskipanina (ALS), ið byrjaði við inngjaldi í febr. 1992 og  við fyrsta útgjaldi í august sama ár. Fari eg ikki skeiv, so var stórt trýst ímóti peninginum í Samhaldsfasta arbeiðsmarkanaðareftirlønargrunninum um hetta mundið. Borgarligu flokkarnir yngstu at strúka grunnin og at taka peningin og brúka hann, tí tíðirnar vóru so truplar og ringar, og trot var á peningi  allastaðni.

Inngjaldið til arbeiðsloysisskipanina ALS var eitt skifti 2,75% av skattskyldugu inntøkuni og sama frá arbeiðsgevara. Tað rakk kortini ikki, og tí var tað sera heppið, at Samhaldsfasti átti pening og megnaði at lána Arbeiðsloysisskipanini 20. mió. kr. (kanska var tað meira), sum Samhaldsfasti fekk aftur um aldarskiftið. Áðrenn hetta lán úr Samhaldsfasta hevði landskassin veitt eitt lán til ALS uppá 20 mió. kr.

Samhaldsfasti er galdandi fyri øll, og øll fáa sama útgjald uttan mun til, hvussu nógv tey hava goldið inn. Ávís krøv eru tó til, at fólk hava búð í Føroyum ávíst áramál. Tí eru dømi um tað keðiliga, at fólk, ið hava goldið, frá tí skipanin byrjaði og til nú og fara á pensión í morgin, kortini ikki fáa fult gjald, tí tey kanska bert hava búð her í 25 ár.

Men sjálv umsitingin av samhaldsfasta hevur, sum ætlað, verið lítil og ongin higartil.

Haldi tað er avgerandi fyri sálarheilsu og trivna ikki at hava skuld, tá tú verður pensionistur

Fari eg ikki skeiv, so segði núverandi landsstýriskona í almannamálum, at pensiónsaldurin skuldi ikki hækkast, t.e. at 67 ára pensiónsaldur verður varðveittur. Eftir stendur, at nærum øll, ið vóru á arbeiðsmarknaðinum, ið eru fødd áðrenn 1943-1944, eisini hava goldið pensiónsgjald til fólkapensión frá 1959 og líka til 1978 (sí mynd nr. 2), og síðani við lønarskatti hava goldið pensiónsgjald (var sagt) innroknað í skattainngjaldið síðani 1979.

Síðani hava tey goldið samhaldsfasta (frá 1992). Spurningurin er, hvat hesi góðtaka av tí, ið koma skal.


Hálvaaðru grundupphædd

Her og nú haldi eg, at svenska modellið, har fólk við ongari eginpensión faa 1½ grundupphædd í fólkapensión, er sera áhugavert. Um tað framvegis verður brúkt, veit eg ikki. Men tað krevur lítla og onga umsiting saman við verandi umsiting. Givið er bara, at pensiónsnýskipanin eisini skal fevna um tey.

Tíverri ber ikki til eisini at umrøða støðuna hjá fyritíðarpensionistum í hesi grein, ið longu er ov long.


Møguleikin at halda fram við at arbeiða aftan á 67 ár

Tað er eisini ein av hornasteinunum í komandi pensiónsnýskipan. Sera týðningarmikið, serliga hjá lágløntum, sum orka og kanska hava eina skuld t.d. í húsunum, at tey sleppa at arbeiða, eftir at tey eru 67 ár uttan ov ógvisliga mótrokning. Haldi tað er avgerandi fyri sálarheilsu og trivna ikki at hava skuld, tá tú verður pensionistur. Hugsað verður um tey, ið onga eginpensión hava. Her sigur onkur ivaleyst, at rinda húsaskuld er bert til at økja um arv hjá børnunum.  Havi onkuntíð tikið handa spurningin upp við pensionistar, tá framløga hevur verið í pensionistafeløgum. Har er støðan framvegis hon, at flestøll siga, at tey vilja ikki fara í grøvina við skuld. Í míni verð ongin ódygd.

Annars var Kapitalpensiónskipanin eisini ein góður møguleiki júst at brúka til at rinda t.d. (húsa)skuld, tá gevast skuldi á arbeiðsmarknaðinum. Men skatturin har er broyttur frá 35% til 40% við útgjald (áðrenn 2011), samstundis sum bankarentan er lítil og ongin, so tað er neyvan áhugavert í dag.

Eftir stendur, hvussu finst semja um pensiónsnýskipanina? Allir flokkar hava verið við í arbeiðinum onkuntíð hesi mongu ár. Løgið atburðarlag, fyrst vilja øll á ting at taka avgerðir, og so eru mong, ið nokta at taka avgerðir og vera við í arbeiðinum, tá tey eru vald.   Mær vitandi hevur pensiónsnýskipanin verið ávegis í longri tíð enn fiskivinnunýskipanin.


Hví heldur hon ikki munn?

Ein drívmegin til at skriva hetta er – umframt ein roynd at siga frá  almennu pensiónsøgu okkara, at geva fólki møguleika til at luttaka í tí kjaki, ið vónandi kemur við uppskotinum um pensiónsnýskipan, og m.a. eisini at vísa á, hvussu alneyðugt tað er við samstarvi millum samgongu og andstøðu og vísa á dømi um, hvussu trupult ella vónleyst tað er at rógva afturáaftur, tá broytingin er gjørd, hóast tað ofta verður sagt: "vit broyta tað, tá vit koma framat aftur". Støðugt hava vit í seinastuni eisini hoyrt andstøðuna leggja dent á, at vinnan má hava"stabilitet og tryggleika".

Álvaratos! Halda tit ikki, at pensionistum tørva "stabilitet og tryggleika"?

 

Meira langlesnaður