Bók til tannáringar um alt tað viðkvæma

2016-05-10 17:00 Author image
Dimma

- Er tað vanligt, at pissilingurin er skeivur? Hví er okkurt gentuligt ella dreingjaligt? Hvussu følist tað er vera kynsliga øst/­-ur? Kann menstratiónsblóðið vera brúnt? Hvussu ofta er tað í lagi at fleyga sær? Er tað í lagi, at annað bróstið er størri enn hitt?

Spurningarnir eru nógvir og ofta tengdir at skomm, sum verða settir í bóikini “Kroppur, kenslur og kynslív”, sum Føroya Lærarafelag gevur út. Talan er upprunaliga um eina svenska bók eftir Nathalie Simonsson, sum Anna Dalsgaard hevur týtt til føroyskt við góðari ráðgeving frá Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingi á Skúlanum á Fløtum.

Fyri at fáa alt so rætt sum gjørligt, hava fýra ungfólk, tvær gentur og tveir dreingir í aldrinum fimtan til átjan ár viðmerkt og lisið.

- Hetta er ein ógvuliga kærkomin bók. Tá ið eg havi undirvíst, havi eg brúkt danskt lýsingartilfar og danskar faldarar, og tað hevur á ongan hátt verið nøktandi. Eg havi víst á tørvin á eini bók sum hesari á føroyskum í nógv ár, sigur Bjørghild Djurhuus, sum hevur drúgvar royndir sum heilsufrøðingur.

Anna Dalsgaard, lærari og umsetari og Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur

Hon vísir á, at vanligt er í tílíkum bókum at gera nógv burturúr kenslum og búning, sum gentur fara ígjøgnum, men minni tá tað kemur til dreingir. Soleiðis er ikki í hesi bókini, har tað er líka nógv av báðum.

Tað hevur verið trupult at umsett bókina til føroyskt, sigur Anna Dalsgaard, sum hevur lívfrøði sum linjulestur á lærararútbúgvingini og drúgvar royndir sum lærari.

- Vit hava ikki so nógv orð á føroyskum, tá talan er um kroppin, kenslur og kynslív, sigur hon.

Bókin viðgerð nøkur sera viðkvom evni, sum vit ikki eru von at lesa um á føroyskum, og spurningurin er, hvussu tey ungu fara at taka ímóti.

- Tað er vælkent, at tað koma tíðarskeið í uppvøkstrinum, har kroppur og sinni broytist serliga nógv. Broytingar, sum kunnu kennast øgiligar hjá summum, og fyri onnur næstan fara framvið uttan hóvasták. At tú sum barn ella ungdómur nú fært møguleika at lesa og kunna teg á føroyskum um stórar spurningar og evni, sum kunnu vera trupul at tosa við vaksin um, er ein gáva. Eg vænti, at børn og ung fara at fáa svar upp á nógvar stórar, truplar og tungar spurningar. Tey fara at síggja seg sjálv í øðrum ljósi, tá tey gerast greið yvir, at tað, tey kanska ímynda sær bert hendir fyri tey, er heilt vanligt. Eg vænti eisini, at bókin kann vera við til at bróta niður tabu. Tá børnini og tey ungu gerast varug við, at tey ikki eru einsamøll við tonkum og kenslum, kann henda, at tey gerast meiri opin og tora at tosa við onnur um hesi viðurskifti, sigur Anna Dalsgaard.

Bókin, sum eisini kemur inn á spurningin um samkynd, tvørkynd og ymisk sløg av sexlívi, er ætlað til undirvísing í 6. flokki og uppeftir.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður