Krøvini til arbeiðstrygd verða herd

2016-06-18 17:01 Author image
Jógvan Samuelsen

- Tað eru nøkur ting, sum eru lóglig í dag, men sum eru rættiliga ivasom. Vit arbeiða millum annað við at gera reglurnar í samband við lossing, og tað hendir í einum dialogi við vinnuna, so einki kemur óvart á, sigur Leivur Persson, deildarleiðari hjá Arbeiðseftirlitinum.

Georg L. Petersen hevur tosað við Arbeiðseftirlitið um arbeiðstrygd, og í greinini tosar deildarleiðarin frá viðurskiftunum á økinum.

Eitt tíðarskeið stóð serliga illa til við arbeiðstrygdini hjá Faroe Pelagic í Kollafirði, sum var fyri einari røð av óhappum, og sum hóast atfinningar frá Arbeiðseftirlitinum ikki gjørdi stórvegis fyri at tryggja síni fólk.

Serliga stóð illa til í 2013, tá út við tjúgu arbeiðsóhapp vóru fráboðað á virkinum í Kollafirði, sum varð sett undir hert eftirlit. Og sambært Leivi Persson hjálpti hetta um støðuna.

Í samrøðuni við Dimmalætting tosar Leivur Persson um at tað enn er eitt sindur eftir á mál, áðrenn arbeiðstrygdin er heilt í lagi. Ikki bara hjá Faroe Pelagic, men eisini aðrastaðni.

Umframt samrøðuna, eru eisini hagtøl sum vísa, í hvørjum vinnugreinum tað er vandamiklast at arbeiða.

Lesið alla samrøðuna við Leiv Persson í Dimmalætting, sum er í sølubúðunum.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður