Kringvarp Føroya sendir frá øllum dystunum í EM

2016-06-09 08:38 Author image
Dimma

EM í fótbólti byrjar í Fraklandi í morgin. Fyrsti dysturin verður millum vertstjóðina Frakland og Rumenia fríggjakvøldið kl. 20.

Sambært Góðan morgun Føroyar fer Kringvarpið at senda frá øllum dystunum í kappingini. Dystirnir verða klokkan 14, 17 og 20 føroyska tíð.

Avtalan man vera nýliga íkomin, tí dystirnir eru enn ikki komnir í skránna á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Norðurlendsku liðini í kappingini eru Ísland og Svøríki.

Ísland kom til Fraklands við Icelandair týsdagin 7. juni. Teir spæla sín fyrst dyst týsdagin móti Portugal, dysturin verður kl. 20 føroyska tíð. Hini liðini í bólki F eru Eysturríki og Ungarn.

Svøríki er í bólki E saman við Írlandi, Belgia og Italia. Fyrsti dysturin hjá Svøríki er móti Írlandi mánadagin klokkan 17.

Kringvarpið fer at senda eina drúgva undansending um EM í kvøld. Kringvarpið sendir sum sagt allar dystirnar beinleiðis, tó kann okkurt verða forskotið av onkrari tíðindasending.

placeholder

Meira langlesnaður