Aftur ein føroysk kvinna í stýrihúsinum hjá Atlantic

2016-06-01 16:10 Author image
Sigmund Vang

So er kynsbýtið í stýrihúsunum umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways eitt sindur javnari. 28 ára gamla Hansa Poulina Adriansdóttir er í føstum avloysarastarvi, sum tað eitur, fyri tíðina. Hon er onnur kvinnan í hesum starvi, síðani tjóðarflogfelagið byrjaði sítt virksemi. Fyri nøkrum árum síðani fleyg føroyska Kára Dam eitt tíðarskeið.

Hansa býr í Danmark, men er uppvaksin í Klaksvík.

  

  

Meira langlesnaður