Kvinnur bygdu land

Kvinnur bygdu land

2017-11-01 11:48 Author image
Innsent

Fríggjadagin 3. november kl. 16 verður nýggja bókin Tær bygdu land eftir Óla Jacobsen løgd fram í Miðlahúsinum. Bókin er eitt savn av søgum hjá 20 kvinnum, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni.

Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og lagnur. Bókin er forvitnisig, tí hon lýsir vanligar kvinnulagnur og gevur innlit í søguna frá einum annars lítið lýstum vinkli.Bókin er um 300 síður, og forlagið Tjørnustova gevur út.

Á framløguni verður upplestur úr bókini, og Kvinnufelagið og høvundin siga nøkur orð. Drekkamunnur verður at fáa, og møguleiki verður at ogna sær bókina og at fáa høvundin at signera.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður