Kvinnur sleppa nú at koyra í Saudiarabia

Mynd: epa.eu

Kvinnur sleppa nú at koyra í Saudiarabia

2017-09-27 09:16 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

í gjár, týsdagin tann 26. september, kunngjørdi saudiarabiskir myndugleikar, at nú skuldi lógin ið bannaði kvinnum at koyra bil avtakast. Tað skrivar The New York Times.

Hetta bannið hevur leingi verið nærum súmbolskt fyri kvinnukúganina í Saudiarabia, og viðurkenna myndugleikarnir, at lógin skaðar saudiarabiska umdømi í altjóða samfelagnum. Harafturat er tað eisini av praktiskum orsøkum at lógin er avtikin. Tað er snøgt sagt ov roksut og kostnaðarmikið hjá kvinnum at gjalda fyri bilførara, ella at fáa familjulimir at koyra seg allastaðni. 

Kvinnur í Saudiarabia eru sera fegnar um at lógin loksins er avtikin. Kvinnan, Fawziah al-Bakr, sum arbeiðir sum universitetsprofessari í Saudiarabia, greiðir New York Times frá, at hesum hava tær bíðað eftir leingi. Fawziah al-Bakr var sjálv við í fyrstu mótmælisgonguni ímóti lógini í 1990. Fleiri kvinnur blivu tá handtiknar og summar mistu arbeiðið.

Nýggja lógin, ið loyvir kvinnum at koyra, kemur í gildi í juni í 2018.



Meira langlesnaður