Javnstøða: Flogbóltskvinnur betri løntar enn menn

2016-08-23 23:50 Author image
Jógvan Samuelsen

Tað er sjáldan at tað eru kvinnurnar, sum forvinna mest, tá talan er um yrkisítrótt. Men tað er støðan í flogbólti, har bæði nummar eitt, tvey og trý á listanum yvir teir leikarar, sum forvinna mest fyri sítt arbeiði, eru kvinnur.

Tað skrivar danska heimasíðan volleyball.dk við worldofvolley.com sum keldu.

Ovast á lønarlistanum er Yeon-Koung Kim úr Korea, sum í turkiska felagi sínum Fenerbache forvinnur 8,93 milliónir krónur um árið.

Næstar á listanum er Tatyana Kosheleva úr Ruslandi og Jordan Larson úr Usa, sum báðar spæla í turkiska felagnum Eczacibasi. Tær fáa 7,44 milliónir krónur í løn um árið.

Best lønti mannligi leikarin er brasilski Bruno Rezende. Hann spælir í brasilska felagnum Sesi, og fyri tað fær hann góðar fýra milliónir krónur. Ella minni enn helmingin av tí, sum best lønti kvinnuligi leikarin fær.

Gløggi lesarin sær alt fyri eitt, at lønarlagi í heimsflogbólti er eitt sindur fjart frá eitt nú lønarlagnum í heimsfótbólti, har Cristiano Ronaldo brúkar hálva fjórðu viku um at forvinna tað, sum best lønti flogbóltsleikarin í heiminum forvinnur um árið.

Volleyball.dk hevur tosað við Kennet Cortsen um málið. Hann er ítróttarbúskaparfrøðingur og serfrøðingur í branding og arbeiðir á Universitu College Nordjylland. Sambært honum er búnin hjá kvinnunum ein partur av frágreiðingini uppá, at kvinnurnar forvinna meira enn menninir.

- Man skal millum annað hyggja eftir søguligu gongdini í samband við branding av ítrótti seinastu áratíggjuni. Her hava ítróttarsambondini og kappingarnar kring heimin verið inni og pilkað við rammutreytirnar í teimum ymsu ítróttargreinunum fyri at gera tær meira áhugaverdar. Klæðini eru eitt dømi um tað, sigur Kenneth Cortsen.

Hann leggur afturat, at man í flogbólti broytti búnarnar hjá kvinnunum, so teir sótu so tætt sum tilber.

- Tað var altso ikki gjørt fyri at minka um vindmótstøðuna. Hesar broytingar hava gjørt kvinnuítrótt meira áhugaverdan, m.a. tí tað snýr seg um "sexappeal". Maria Sharapova forvann í fleiri ár meira enn Serana Williams, sum annars var besti tennisspælari í heiminum. Men útsjóndin hjá Sharapova gav henni fíggjarligan fyrimun, bæði hjá áskoðarum og sponsorum, sigur hann.

At tað er í Turkalandi, at hægstu lønirnar eru, hevur sína heilt serligu frágreiðing. Eitt er, at kvinnuflogbóltur er høgt í metum har, eitt annað er, at turkiska stjórnin í 2004 samtykti eina serliga lóg í samband við ítróttarsponsorat. Hon gevur fullan skattligan frádrátt, tá stuðulin fer til amatørítrótt, og fer stuðulin til yrkisfeløg, er frádrátturin 50 prosent.

So nógv forvinna best løntu kvinnurnar uppá eitt kappingarár:
Yeon-Koung Kim (KOR), Fenerbahce (TUR): 8,93 mio. kr. 
Tatyana Kosheleva (RUS), Eczacibasi (TUR): 7,44 mio. kr. 
Jordan Larson (USA), Eczacibasi (TUR): 7,44 mio. kr.
Sheilla Castro (BRA), Vakifbank (TUR): 3,72 mio. kr. 
Milena Rašić (SRB), Vakifbank (TUR): 2,6 mio. kr.

So nógv forvinna best løntu menninir uppá eitt kappingarár:
Bruno Rezende (BRA), SESI (BRA): 4,09 mio. kr.
Wilfredo Leon (POL), Zenit Kazan (RUS): 3,72 mio. kr.
Saeid Marouf (IRN), Paykan Tehran (IRN): 3,72 mio. kr.  
Gyorgy Grozer (GER), Shangai (CHN): 3,35 mio. kr.
Ivan Zaytsev (ITA), SIRSafety Perugia (ITA): 2,98 mio. kr.
Earvin Ngapeth (FRA), Modena (ITA): 2,6 mio. kr.

placeholder

Meira langlesnaður