Kýpros nógv sterkast

2016-05-25 21:32 Author image
Jógvan Samuelsen

Kýpros endaði ovast í HM/EM undankappingini, sum hevur verið í høllini á Hálsi í Havn seinstu dagarnar.

Føroyar leiktu móti Kýpros í kvøld, í seinasta dystinum í kappingini, og høvdu føroyingar sett nøsina upp eftir einum jøvnum dysti.

Men javnt bleiv tað ongantíð. Til tað var kypriska liðið alt ov sterkt.

Í hinum dystunum í kappingini hevur tað sæð út sum, at føroyska liðið hevði á leið somu styrki sum kypriska liðið, men dysturin í kvøld vísti, at har er munur á.

Størsti munurin er, at botnstøðið hjá føroyska liðnum er væl lægri enn hjá tí kypriska. Toppstøðið er kanska líka høgt, ella hægri, men kypriska trýstið og nervarnir gjørdu sítt til, at føroyska liðið ongantíð fótaði sær.

Tað var bara í triðja setti, at føroyska liðið beit frá sær, men tað var ikki nóg mikið. Tí tá munurin bara var tað eina settið, settu gestirnir ferðina uppaftur og so gjørdist ikki meira hjá føroyingum.

Úrslitið av dystinum var, at Kýpros vann 3-1, við settúrslitunum 25-21, 25-14, 19-25 og 25-13. Ein greiður sigur, sum føroyingar ikki kunnu siga nakað til.

Úrslitið hevur við sær, at Kýpros endaði ovast í bólkinum, og tí vera tað tær sum fara at spæla HM-undanspæl. Kypriska liðið skal eisini við til EM-endaspælið, har føroyska liðið eisini skal.

Føroyar endaðu á øðrum plássi, Liktinstein á triðja og Írland á fjórða plássi.

placeholder

Meira langlesnaður