Læknar frídøma HPV-koppsetingina fyri álvarslig hjáárin

2016-06-21 14:41 Author image
Dimma

Nógv umrødda HPV-koppsetingin, sum skal verja ungar kvinnur móti lívmóðurhálskrabba, hevur ikki við sær, at fleiri gentur hava fingið álvarsamar sjúkur ella líðingar.

Tað er niðurstøðan hjá 11 donskum læknum í nýggjastu útgávuni av Ugeskrift for Læger. Donsku læknarnir, sum eru góðkendir av 12 læknavísindaligum feløgum, taka samanum, hvat er veruliga støðan við HPV-koppsetingini.

Greinin staðfestir, at tað eru ávís hjáárin, men talan er ikki um álvarsligar avleiðingar, og vinningurin við koppsetingini er stórur, tí HPV-koppsetingin fyribyrgir kyknubroytingum, ið kunnu føra til krabba í lívmóðurini hjá kvinnum.

- HPV-koppsetingin hevur eina røð av kendum hjáárinum, sum framgongur av innleggingarseðlunum, men í væl gjøgnumførdum kanningum eru ikki funnin nakar øktur títtleiki av álvarsomum sjúkum, sum eitt nú autoimmunar, neurologiskar og tromboemboliskar líðingar, umframt POTS og CPRS.

Nevndu hjáárinini eru júst tey, sum ofta eru nevnd sum møguligar álvarsligar avleiðingar av koppsetingini, men hesum afturvísa læknarnir sostatt í sínari kanning, sum nú er almannakunngjørd í Ugeskrift for Læger.

Sostatt stendur eftir, at tað er ein fyrimunur at koppseta ungar kentur móti HPV, tí tað fyribyrgir lívmóðurhálskrabba og øðrum sjúkum, og hóast nøkur árin eru í ógvuliga fáum førum, so eru tey ikki av álvarsliga slagnum.

Les greinina í Ugeskrift for Læger her

placeholder

Meira langlesnaður