Lága rentan sparir landinum milliónir

2016-06-15 09:18 Author image
Dimma

Tá ið landsstýrið í gjár seldi 1,35 milliardir krónur í nýggjum lánsbrøvum, var tað til søguliga lága rentu. Henda lága rentan sparir landinum 44 milliónir krónur í rentuútreiðslum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Nýggju lánsbrøvini hava eina rentu á 0,5%, ið er lægsta renta, ið landið nakrantíð hevur fíggjað lán síni til. Hetta er eisini 3,25% minni enn tað 5-ára lánsbrævalánið, sum landið endurfíggjar.

Gamla lánið hevði eina árliga rentuútreiðslu á 50 milliónir krónur árliga. Nýggja lánið hevur eina árliga rentuútreiðslu á 6 milliónir krónur. Landið sparir tí 44 milliónir krónur árliga í rentuútreiðslum.

- Væntað varð, at rentan fór at vera lág, men hon gjørdist lægri enn væntað. Í mun til mett á fíggjarlógini verður sparingin umleið 10 milliónir krónur, men tá var eisini ætlanin, at bjóða ein part av lánsbrøvunum við longri tíðarskeiði og harvið hægri rentu, sigur Fíggjarmálaráðið.

Munurin millum rentuna, ið Føroyar og Danmark læna til, gerst eisini alsamt minni. Í dag læna Føroyar á marknaðinum til eina rentu, sum bert er 0,25% hægri.  Í 1994 var hesin munur heili 2,25%.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum sigur, at hon fegnast um, at marknaðurin hevur álit á okkum.

- Álitið gevur okkum lága rentu, ið ger, at føroyingar og Føroyar spara nógv í rentuútreiðslum, og ger okkum meira búskaparliga sjálvbjargin. Eisini er tað bæði gott og gleðiligt, at vit komandi 5 árini fáa fastfryst stóran part av láni landsins til eina søguliga lága rentu á 0,5%. Hetta fer at muna í komandi tíðum, sigur Kristina Háfoss í tíðindaskrivi.

 

placeholder

Meira langlesnaður