Føroyingur sniðgivið allar kjólarnar til Miss Universe

2016-05-13 10:43 Author image
Dimma

Allir finalistarnir í ársins Miss Universe-kapping verða í kjóla frá føroyska sniðgevanum Lailu av Reyni.

Kjólasniðgevin Laila av Reyni hevur veruliga sligið sítt navn fast í umhvørvinum kring vakurleikakappingarnar bæði sum sniðgevi av kjólum og sum partur av toyminum, sum stendur fyri fyrireikingunum av tí lokalu donsku kappingini.

Leygarkvøldið 14. mai kl. 20:00 verður stóra finalan í Miss Universe, Miss Earth og Miss International Denmark 2016 í Keypmannahavn.

Allir 15 finalistarnir verða aftur í ár í kjóla frá Lailu av Reyni, sum hon hevur sniðgivið til høvið. Eisini verða fleiri av hennara kjólum at síggja á tí reyða teppinum sama kvøldið.

Sangurin “Cover” frá nýggjastu útgávuni, “Stay” hjá Lailu av Reyni, er eyðkennislagið fyri Miss Universe Denmark 2016 og skal framførast av Lailu av Reyni sjálvt finalukvøldið. 

Við sær til stóra kvøldið hevur hon tónleikapartnaran, Kristoffur Mørkøre, og backstage álitisdamuna Anniku Meisonsdóttir Mellemgaard. 'Ein stór tøkk til Loftbrúgv.fo og Faroe Express sum hava verði trúfastir stuðlar aftur í ár.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður