Lækni skotin í Berlin

2016-07-26 13:28 Author image
Jákup Højgaard

Ein lækni er skotin á einum týskum undirvísingar sjúkrahúsi í Berlin í morgun. Tað skrivar Reuters á heimasíðu síni. 

Týska blaðið Bild skrivaði á twitter at læknin varð skotin og brotsmaðurin skeyt seg sjálvan aftaná. Løgreglan hevur enn einki meira sagt um málið. 

Fýra onnur álop hava verið í Týsklandi síðani 18 juli og tíggju fólk tilsamans er deyð og nógv fleiri eru løstaði.

placeholder

Meira langlesnaður