Úr 20 upp í 75 krónur fyri kilo upp á trý ár

2016-09-02 09:25 Author image
Sigmund Vang

Laksaprísir: Prísurin á laksi hevur ikki verið so høgur sum hann er í løtuni í nógv ár. Í nýggjastu frágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður hugt at laksaprísinum, og tað er skilligt, nú laksur umboðar nærum helmingin av samlaða útflutningsvirðinum í landinum. Tískil kunnu prísbroytingar í alivinnuni hava stórar ávirkanir á landsbúskapin.

Yvirlitið í frágreiðingini er í norskum krónum, og her skal havast í huga, at norska krónan er lægri enn tann danska/føroyska, og harafturat er hon fallin útvið 20 prosent síðani 2012. Hinvegin er dollarakursurin styrknaður umleið 25 prosent síðani 2014. Tí er útflutningsprísurin fyri laks til USA í donskum krónum vaksin meira enn strikumyndin niðanfyri vísir, sigur Búskaparráðið.

Bæði síðst í 2011 og síðst 2012 var laksaprísurin umleið 20 norskar krónur fyri kilo. Fyri nøkrum mánaðum síðani fór hann upp um 75 krónur (nor.), og liggur í løtuni um 65.

Prísvøksturin fyri laks var í 2015 fimm prosent, meðan vøksturin higartil í ár hevur verið 55 prosent, um sammett verður við sama tíðarskeið í fjør.

 

placeholder

Meira langlesnaður