Landsroyndir verða í mai sum ætlað

2017-03-27 09:26 Author image
Sigmund Vang

Hóast tøkniligar avbjóðingar í undanroyndum, so verða talgildar landsroyndir í mai sum upprunaliga ætlað, skrivar Skúlablaðið á heimasíðu síni.

Undanroyndirnar til landsroyndirnar í ár kundu og áttu havt gingið betur; tá ið næmingar vóru til undanroynd í januar, gekk ambætarin fyri, og royndirnar máttu steðgast. Roynt var aftur í mars, og tá gekk eftir ætlan. Avgerð er tí tikin um, at 4. flokkur fer til landsroynd 2.-3. mai og 6. flokkur 2.-4. mai, og tær verða talgildar á svar.fo.
- Saman við veitaranum hjá okkum hava vit gjørt nakrar tillagingar, til dømis tvífaldað maskinorkuna umframt gjørt nakrar tillagingar í, hvussu dáturnar ferðast millum skúlarnar og veitararnar, vit brúka í sambandi við royndirnar; hetta skuldi fyribyrgt, at vit renna okkum í fløskuhálsar. Vit hava havt fleiri royndarumfør við nýggju maskinorkuni; síðan hava vit eftirmett saman við skúlunum; royndarumførini hava riggað uttan trupulleikar, sigur Regin Marnersson, stjóri á Próvstovuni, við Skúlablaðið.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður