Landsbanka-nevndaríið

2016-08-11 15:51 Author image
Dimma

Í verandi veruliga Landsbankanum, nevniliga Gjaldsstovuni, er ein nevnd til at tryggja óheftni við gjaldførinum. Í hesi nevnd sita 3 persónar, ein valdur av Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya, ein av Felagnum Føroyskir grannskoðarar og ein av Advokatfelag Føroya.

Við nýggja uppskotinum sæst villa nevndaríðið hjá hesum landsstýrinum. Ein landsbankanevnd skal hava 7 limir og 7 varðalimir og eisini skal veljast eitt Váðaráð við 5 limum og 5 varalimum.

Landsbankanevndin
Landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, velur allar nevndarlimirnar og varalimirnar í nevndina fyri hálva landsbankan.

Hon velur tveir uttan at spyrja nakran og so stendur í lógaruppskotinum, at hinar limirnar skulu ymiskir felagsskapir og stovnar innstillað. Men her kemur ein paragraff, sum er alt annað enn vanlig:

“Stk. 4. Um so er, at tey innstillaðu ikki hava ein nóg breiðan ella nøktandi fakligan førleika, kann landsstýrismaðurin biðja um nýggj tilmæli.”

Havi ikki sæð slíkt fyrr, men ikki er ringt at vita, hvat hetta merkir í hesum landsstýrinum.

Aðalstjórin í Vinnumálaráðnum er gott dømi. Poul Michelsen, landsstýrimaður, dámdi ikki væl skikkaða innstillaða, og so blivu allir umsøkjarnir vrakaðir.

Hetta landsstýrið setur bara vinir.

So henda ódámliga grein í uppskotinum merkir, at landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, í veruleikanum velur allar limirnar í nevndini hjá hálva landsbankanum.

Váðaráðið
5 limir og 5 varalimir skulu veljast í nýggja Váðaráðið. Samb. uppskotinum, er tað Løgmaður, sum velur allar eftir tilmæli.

Landsstýriskvinnan, Kristina Háfoss, skal tilmæla tveir, landsbankin tilmælir tveir og Búskaparráðið tilmælir ein.

Í Landsbanknum hevur landsstýriskvinnan valt alt frammanundan, so her er tað hon sum avgerð. Búskaparáðið velur landsstýriskvinnan eisini.

Karusellin er væl smurd og Tjóðveldið fær 24 nevndarsessir at deila út til síni. Faktist 25, tí í lógaruppskotinum stendur, at Landsstýriskvinna, Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, hevur rætt at møta á øllum nevnarfundum.

Palliba og Marsanna skulu gjalda hetta villa nevndaríið, sum onkur kallaði pamparí. 10 milliónir um árið. Grát mítt elskaða land.

Jørgen Niclasen, tingmaður​

placeholder

Meira langlesnaður