Landsbankin kann skeikla kappingina um fígging

2016-08-03 12:05 Author image
Dimma

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Felagið Peningarstovnar eru ímóti, at ein komandi Landsbanki Føroya skal kunna virka sum fíggjarstovnur hjá kommunum og stovnum. Tað kemur fram í hoyringssvarum til uppskotið um at endurstovna Landsbanka Føroya.

Í uppskotinum verður lagt upp til, at Landsbanki Føroya kann veita kommunum og stovnum fígging. Men hetta fer at ávirka kappingina á fíggjarmarknaðinum, halda bankarnir og arbeiðsgevararnir í Føroyum.

- Tað kann ikki vera rætt, at ein almennur stovnur, sum skal hava eftirlit við fíggjarkervinum, eisini skal vera virkin í kappingini um at veita fígging, sigur Árni Ellefsen, sum stjóri í BankNordik og formaður í Felagnum Peningastovnar.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir somuleiðis á, at tað er óheppið at sami stovnur, sum skal gera váðagreiningar av fíggjargeiranum samstundis er ein av stóru aktørunum á marknaðinum og kappast við fíggjarstovnarnar.

- Tá er lætt at seta spurnartekn við óheftni í ráðgevingini hjá landsbanknum, sigur Marita Rasmussen vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Samstundis fer tað at skeikla kappingina á privata fíggjarmarknaðinum, um Landsbankin fer at veita kommunum og stovnum lán.

- Stórur vandi er fyri, at kappingin millum alment og privat kann vera skeiklað, tá landið í verleikanum nýtir sínar ognir og peningastreym sum trygd fyri at fáa eina betri rentu til eina kommunu ella ein grunn, sigur Marita Rasmussen.

placeholder

Meira langlesnaður