Landsbankin kemur aftur

2016-06-07 09:00 Author image
Dimma

Seinasta samgongan tók Landsbanka Føroya av. Nú fer hendan samgongan at seta hann á stovn aftur. Tað sigur Fíggjarmálaráðið á heimasíðuni. Farið verður undir at seta Landsbankan á stovn aftur saman við einum váðaráði. Endamálið er at virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

Landsbankin skal umsita skuld og ognir landsins. Hann skal samstundis virka sum óheftur, almennur fíggjarstovnur og greiningastovnur, sum eisini kann veita ráðgeving og vera fíggjarstovnur hjá kommunum og almennum grunnum.

Umframt Landsbankan fer Fíggjarmálaráðið eisini undir at skipa Føroya váðaráð. Høvuðsuppgávan verður at eygleiða og eymerkja yvirskipaðar fíggjarváðar í føroyska búskapinum og koma við tilmælum.

- Við nýggja Landsbanka Føroya og Føroya váðaráði taka vit týðandi stig at styrkja okkum búskaparliga og at fyribyrgja framtíðar fíggjarkreppum. Seinasta fíggjarkreppan staðfesti, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu eftirlit við ov avmarkaðum viðurskiftum, sigur Kristina Háfoss landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Uppskot til løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð er nú sent til hoyringar hjá avvarðandi pørtum.

placeholder

Meira langlesnaður