Landsbankin rísur aftur

2016-08-03 10:52 Author image
Dimma

Nú er uppskot lagt fyri løgtingið, sum skal endurstovna tann landsbankan, sum undanfarna samgongan tók av. Saman við landsbankanum kemur eitt váðaráð, ið skal hava eyga við fíggjarkervi og samfelag til tess at fyribyrgja fíggjarkreppur

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur í viðmerking til uppskotið, at føroyski landsbankin og váðaráðið skulu virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

- Føroyar eru raktar av fleiri fíggjar- og búskaparkreppum seinastu áratíggini. Tær hava kostað samfelagnum, fólkinum og vinnuni nógv, bæði tá ið ræður um fíggjarlig virði, trivnað, sjálvbjargni og fólkatal. Stig verða nú tikin at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg, sigur Kristina Háfoss.

Landsstýrið vísir á, at seinasta fíggjarkreppan staðfesti, at fíggjarligu eftirlitsstovnarnir vóru ov veikir og høvdu eftirlit við ov avmarkaðum viðurskiftum. Úrslitið varð, at flestu lond styrktu yvirskipaða fíggjarliga eftirlitið í samfelagnum. Tvørgangandi fíggjarlig váðaráð vóru eisini stovnað. Hetta var fyri at tryggja, at ymsu eftirlitini innan búskapin og fíggjarøkið ikki bert hava eftirlit við einstøkum stovnum ella úrvaldum økjum, men skulu so hvørt gera váðametingar fyri alt fíggjarkervið og samfelagið fyri at fyribyrgja fíggjarkreppur í framtíðini og virka fyri at minka sveiggini í føroyska búskapinum.

- Landsbanki Føroya verður tí settur á stovn saman við Føroya váðaráði við tí høvuðsendamáli at virka fyri fíggjarligum støðufesti. Harumframt skal Landsbanki Føroya virka sum óheftur, almennur fíggjarstovnur og greiningarstovnur og vera skrivstova hjá Føroya váðaráð. Føroya váðaráð verður stovnsett sum sokallaður makroprudentiellur myndugleiki í Føroyum, sigur Kristina Háfoss, landsstyriskvinna í fíggjarmálum.

placeholder

Meira langlesnaður