Landsgrannskoðanin : Stovnar og ráð mugu gera sær størri ómak

2016-09-08 11:49 Author image
Sigmund Vang

Landsgrannskoðanin hevur gjørt ein frágreiðing til løgtingsgrannskoðararnar um frávik millum játtan og nýtslu, og samanumtikið kann staðfestast, at tað kundi staðið munandi betri til.

Landsgrannskoðanin heldur, at fyri at landsroknskapurin skal verða rættur, er tað umráðandi at stovnar og ráð halda ásetingarnar í roknskaparkunngerðini, herundir eisini reglurnar um at vørur og tænastur skulu skrásetast, tá ið tær eru latnar.

- Við kanningini hava vit staðfest, at ein stórur partur av rokningunum, sum eru bókaðar seint í 2015, eru skrásettar í skeivt fíggjarár, tí veitingarnar ikki eru latnar í 2015. Tað er als ikki nøktandi, sigur Landsgrannskoðanin.

Samanumtikið heldur Landsgrannskoðanin, at virðingin hjá summum stovnum at halda ásetingarnar í roknskaparkunngerðini er ov lítil.

- Tað er eyðsæð, at stovnar bíða til síðstu løtu at bíleggja vørur og tænastur, sum ikki eru átrokandi, og úrslitið er ofta, at vøran ikki kann latast í sama fíggjarárið, sum stovnarnir ynskja at bóka hana á. Hetta ger, at stovnarnir bróta ásetingina í roknskaparkunngerðini um, at útreiðslur og inntøkur, sum stava frá vørum og tænastuveitingum, skulu verða skrásettar, tá ið tær eru latnar. Tað ger, at landsroknskapurin verður ikki rættur, og tað er als ikki nøktandi, verður sagt í frágreiðingini.

Seinast í frágreiðingini er eitt brot um grannskoðan av útreiðslum, sum eru skrásettar í roknskapinum 2015, men har veitingin ikki er framd fyrr enn í 2016


Øll frágreiðingin kann least HER

  

placeholder

Meira langlesnaður