Fróði Benjaminsen ger come-back

2016-08-16 10:16 Author image
Dimma

Hann takkaði fyri seg við blómum og røðum, men nú er 38-ára gamli Fróði Benjaminsen aftur á landsliðnum. Tað var stóra søgan, tá ið Lars Olsen, landsliðsvenjari, á tíðindafundi fyri løtu síðan avdúkaði liðið, sum skal spæla móti Ungarn á Tórsvølli.

Fróði Benjaminsen er vorðin fastur fúsur í miðverjuni hjá HB í ár, men tað er sum defensivur miðvallari, at hann er úttikin. Landsliðsvenjarin avdúkaði, at hann fekk eitt prát við gamla liðskiparan á ólavsøku, í edrúum standi, og tá samdust teir um, at Fróði tekur enn eitt tørn. Fróði hevur spælt 87 landsdystir, og tað er met.

Hinvegin undrast helst fleiri um, at hvørki stóra stjørnuskotið hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð, ella hin áloparin hjá oddaliðnum, Páll Klettskarð, eru úttiknir hesa ferð. Orsøkin at Bjartalíð ikki er við A-landsliðnum, segði Lars Olsen vera, at hann skal heldur spæla á U-21 liðnum, tí har fær hann fasta spælitíð. Hann nevndi eisini Ára Mohr Jónsson, Hákun Edmundsson, Jákup Andreasen og Jákup Thomsen í hesum samanhangi.

A-landsliðið skal spæla fyrsta dystin í HM-undanspælinum móti Ungarn á Tórsvølli tann 6. september.


Liðið er hetta:

Málmenn: Gunnar Nielsen, Teitur M. Gestson og Kristian Joensen.

Verja: Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen, Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen, Gilli R. Sørensen, Bárður Hansen og Jóhan Troest Davidsen.

Miðvøllur: Kaj Leo í Bartalstovu, Róaldur Jakobsen, Sølvi Vatnhamar, Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Poul Jóhannus Justinussen, René Shaki Joensen og Fróði Benjaminsen.

Álop: Klæmint A. Olsen og Jóan Símun Edmundsson.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður