Landssjúkrahúsið fær neyðuga peningin

Landssjúkrahúsið fær neyðuga peningin

2017-10-16 15:32 Author image
Innsent

Eftir áheitan frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, fer landsstýrið alt fyri eitt at lata løgtinginum eina umbøn um eykajáttan til Landssjúkrahúsið. Tað varð avgjørt á landsstýrisfundi fyrrapartin, upplýsir Løgmansskrivstovan.

 - Sjúkrahúsverkið er ein høvuðssúla í okkara vælferðarsamfelag. Eitt dygt og trygt heilsuverk er eitt aðalmál hjá samgonguni, og tá ið játtanin ikki røkkur til vanliga virksemið fyri eina so grundleggjandi tænastu, so mugu vit politikarar sjálvandi tryggja, at virksemið kann halda fram, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Landsstýrið vónar, at løgtingið fer at avgreiða málið sum eitt skundmál, soleiðis at virksemið á Landssjúkrahúsinum ikki verður tarnað meira enn neyðugt.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður